Eyðun vunnið 3.liðið uppflyting

Undan dystinum síðsta sunnudag, var longu greitt at 2. plássi í okkara seriu 4 bólki var tryggjað, og at uppflytingin tískil var í hús. Við hesari vitan í skjáttuni, vóru tað nakrir avslappaðir og onkrir nývaknaðir ÍF Føroyar leikarar, ið møttu kl 9 úti á Frederiksberg sunnumorgum. Onkur mátti tó erliga melda forfall til dystin […]

Continue reading

2.lið: Ryd lortet

Dystarfrásøgn 2 lið móti CSC Eins og síðsta vikuskiftið, so vísti tað seg trupult at finna fólk til dystin leygardagin. Hetta gjørdist ikki lættari, tá nú øll 3 mansliðini skuldu spæla sama dag. Tað, kombinerað við, at lesandi, eftir øllum at døma, svimja í pengum, og tískil hava tíð at flúgva til Føroyar í tíð […]

Continue reading

Svingandi úrslit hjá 1. liði

1. liðið hjá monnum hava spælt 5 dystir síðani seinastu dystarfrásøgn, og hava tað veri eitt sindur svingandi úrslit. ÍF Føroyar – CSC 1-1 Eftir dystin ímóti Østerbro IF spældi ÍF Føroyar á heimavøllin ímóti CSC og endaði tann dysturin 1-1. Føroyska málið skoraði Chr. Høgni og í stuttum kann sigast, at dysturin var javnur, […]

Continue reading

3.lið: Búgvi skeyt Eysturbrúnna niður!

Mong avboð høvdu við sær, at eitt nú Búgvi Øster varð fluttur fram í álopið og aðrar gamlar rottur vórðu funnar fram til dagsins dyst, men tað skuldi vísa seg at vera ein heilt skilagóð avgerð hjá Eyðuni Mylná. Nú, tá flettingin er fyri og menn ganga fjøllini heima í Føroyum, so høvdu føroyingarnir, ið […]

Continue reading