Avsmurningur til Míttland boysarnar

HIK – ÍF Føroyar: 7-1(3-1)

Tað var eitt skert lið ið førkaði seg út í móti Gentofte týskvøldið og serliga var tað málmanspostinum at menn vóru ivingarsamur um, nú Hallur var drigin upp á 2. Lið stutt fyri dystarbyrjan.

Tað byrjaði væl í hitanum og okkara menn vóru væl við og bæði Jónas og Djóni høvdu góðar mótálopsmøguleikar, men tað vóru tó  HIK’arnir í drógu fyrsta hál tá dysturin var 16 minuttir gamal. Eftir langt innkast ið kom heilt inn fyri málið vóru okkara ikki nóg tættir og so var 1-0, men enn var onki avgjørt.  Bert tveir minuttir eftir spældi Bergur til Djóna í høgru síðu, sum langaði ein bólt niðan í felti og millum tveir verjuleikarar og ein málmann á skógtúri var Jónas hægstur og setti krúllin á boltin, sum í einum penum boga snýkti seg lúkst undir tvørtræði og so var 1-1. Restina av hálvleikinum var javnur hóast HIK’ies fingu tvey mál afturat, harav tað  til 2-1 var eitt makaskjal av tí fyrsta, við langum innkasti.

Seinni hálvleikur fer skjótt í gloymibókina og hóast okkara menn vóru sera ónøgdir við at tapa hann 4-0, so var tað nokk ikki heilt óuppiborið at HIKstras fingu heili 4 mál.

Teir, ið fingu æruna av at verja málið vóru Ósa, Djóni og Jóhan Hendrix og vóru teir bara óførir.

Dagsins leikari gjørdist Jónas, meðan fleiri komu á øðrum plássið.

Næsti dystur verður leygardagin 31. aai á Kløver. Tá skulu aðrir bollar í suppuna tí tá verður farið eftir fyrsta stiginum í ár tí at nú hava menn lagt reyv til ov nógv.

Liðið: Ósa – Bergur J, Jaspur, Jákup, Jóhan Hendrik – Djóni, Bogi, Karl, Strøm, Jákup Andrias – Jónas. Eyka: Sveinur og Magni.

Lundarnir fleygaðir í evstu løtu

ÍF Føroyar – Fremad Valby 1-2 (0-0)

 

Hýrurin var góður leygarmorgunin 17. mei, tá menn møttu til dyst móti Fremad Valby á Kløvermarkini. Tað var ilt at siga, um menn vóru spentir til dystin, ella um tað var ÍF Føroyar summarveitslan “SummerShake Down”, sum menn gleddu seg til.

Mótstøðuliðið hendan dagin var topliðið Fremad Valby, sum lá ovast á stigartalvuni. Sjúrður Petersen avloysti 3.liðsvenjaran Andras Thomassen hendan morgunin, og taktiska uppleggið snúði seg um ikki at leypa framav og hava tol.

Fyrri hálvleikur gekk júst sum ætlað. Okkara menn stóðu væl á vøllinum, og mótstøðuliðið kom ikki til teir heilt stóru kjansirnar. Tað, sum riggaði heilt væl hendan dagin, var samanspælið millum verjuna og miðjuna. Karl var sera raskur at rópa allan dystin og syrgdi fyri, at gloppið millum verjuna og miðjuna ikki bleiv ov stórt.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mundi tolið á lundunum givið úrslit. Sylvi sendi Berg Napoleon avstað í høgru síðu, og hann slapp sær lættliga framvið Fremad verjuleikarinum og sendi eitt gott innlegg innfyri. Bogi søkti nærmastu stong, setti innarusíðu á, og bólturin brast á stongina og út. Farið var til hálvleik við støðuni 0-0.

Seinni hálveikur byrjaði eins og fyrri endaði: Við einum væl skipaðum lundaliði. Nakað inn í seinna hálvleik bleiv Trúgvi feldur inni í feltinum, og dómarin peikaði á plettin. Sylvi bjóðaði seg til at skjóta, og setti bóltin trygt í netið til 1-0. Lundarnir stóðu væl við einum vælspælandi Áslakki í verjuni, einum kontrolerandi Karl á miðjuni og einum útfordrandi Bergi Napoleon í síðuni.

Nú tyktist dystargongdin at venda, og venjarin hjá Fremad Valby hoyrdist yvir alla Kløvermarkina. Fremad Valby boysarnir blivu meira ágrýtnir, og skiftu frá einari 4-4-2 uppstilling til eina 3-4-3. Dómarin lat seg eisini ávirka av garvilla Fremad venjaranum á síðulinjuni, og gav fríspark eftir fríspark til Fremad Valby. Hallur stóð aftur ein brand dyst í málinum, so fríspørkini blivu aldrin vandamikil.

Í 80 min. bragdaði hjá gestunum. Eftir eitt hornaspark í høgru síðu endaði bólturin í netinum til 1-1. Nú ráddi um at verja hetta eina stigið síðstu minuttirnar, og royna at satsa uppá skjótálop. Johan Hendrik bleiv spældur púra leysur, men hann valdi at gera ov skjótt av og skeyt langt við síðurnar av. Ein gyltur møguleiki at koma á odda aftur.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kom tann mest umrødda støðan í dystinum. Áslakkur fór niður í eina góða takling, og dómarin peikaði á plettin. “Hånd på bolden”, og føroyingarnir stóðu sum kánus. Hallur í málinum fóru til vinstru, meðan Valby maðurin sendi bóltin í høgru síðu. 1-2 til Fremad Valby og lundarir fóru niður við nevinum.

Dagsins menn blivu Áslakkur og Karl við fýra atkvøðum hvør. Teimum á baki komu Hallur og Bergur N við hvør sínum trimum atkvøðum.

Liðið: Hallur – Johan Hendrik, Sylvi, Áslakur, Jaspur – Bergur J, Karl, Nónklett, Djóni – Strøm og Sivertsen.

Eyka: Jan Schwartz, Ósa og Jákup Andrias.

 

Ølirnar verða køldar til eftir dystin.
Ølirnar verða køldar til eftir dystin.
Dagsins leikarar gjørdust Áslakkur og Karl.
Dagsins leikarar gjørdust Áslakkur og Karl.

 

Skert lið gjørdi sína skyldu

Fríggjadagin 16 mai. Spældu ÍF Føroyar kvinnur sín næst seinasta dyst áðrenn summarsteðgin. Á ein av teimum bestu vøllunum á Kløvermarkini, tóku okkara kvinnur ímóti botnliðinum Amager FF.

Dysturin skuldi sjálvsagt vinnast og dysturin hevði eisini stóran týdning fyri kvinnurnar av tí at leygardagin skuldi árligi oyrasundsterassugrillparty, summershakedown, verða.

Amager FF høvdu einans eitt stig á kontoini áðrenn dystin, og ÍF Føroyar ætlaðu ikki at lata tær fáa nakað stig heim við. Men stutt eftir at dysturin er settur ígongd leggja genturnar úr Amager FF seg á odda 0-1. Hendan støðan heldur sær til hálvleikin, og ÍF Føroyar kvinnurnar fara sera ónøgdar út til steðgin.

At siga at “onki riggaði” er passandi til hendan dystin. Vit fingu ongantíð spælið at koyra og vóru ikki nóg ágrýtnar. Kanska dysturin frá týsdegnum sat í beinunum og at summarball-outfittið til leygardagin í høvdinum. Hóast hetta, so fingu kvinnurnar vent dystinum. Eftir tveimum deyðbóltstøðum fingu Monika og Eir pressað bóltin í netið. Tað var ikki pent hendan dagin, men kvinnurnar gjørdu sína skyldu.

2014_maj Kvinnir feira, Kløver

Hesar byrjaðu inni: Simona, Lív, Eir, Gunvá, Helena W, Mia, Súsanna, Monika, Elin, Bjørg og Jacoba. Eyka og innskiftar: Steintóra og Sanna. Dagsins leikari gjørdist enn einaferð Bjørg við 4 stemmum og næst kom Gunvá við trimum.

Síðsti dysturin hjá Kvinnunum er á útivølli í Tårnby sunnudagin 25 mai kl. 13.30.

Tveir ósigrar á rað

Mikudagin 7. mai løgdu tær annars sigursvandu ÍF Føroyar kvinnurnar tap fyri KFB, Kløvermarkens Forenede Boldklubber. Somuleiðis taptu tær steypadystin í gjár 13. mai á heimavølli móti Greve Fodbold.

Kvinnurnar komu tíverri ongantíð inn í toppuppgerðina mikudagin, KFB løgdu seg tíðliga í dystinum á odda 2-0. KFB høvdu bóltin nógv og vóru sera vandamiklar frammanfyri málinum. Okkara kvinnur taptu dystin á miðjuni og høvdu ikki nógv at bjóða uppá frameftir. Frammanundan vóru kvinnurnar við gott mót, men hendan dagin sveik kollektivi og dysturin endaði 4-0 til heimaliðið KFB.

Til steypadystin vildu kvinnurnar prógva sítt virði, og ikki lata Greve fara víðari í steypakappingini, hvørtfall ikki uttan ein harðan dyst. Greve Fodbold liggur mitt í tabelluni í Kvindeserie Øst, sum er ein deild hægri enn Københavner Serien, og tískil máttu kvinnurnar leggja nógv fyri hendan dagin.

Sjálvt um genturnar úr Greve høvdu til tíðir sera flott spæl, og harafturat nakrar heilt stórar profilar, bardust ÍF Føroyar kvinnurnar sum úlvur á skógv. Tað endaði við at Greve Fodbold gjørdi sína skyldu við at vinna 3-2 á íf fø, men tær fóru alt annað enn vælnøgdar heimaftur av Kløvermarkini.

Sjálvdan hava kvinnurnar verið so kontantar, effektivar og ágrýtnar sum hendan dagin, og tað var sera flott at síggja, hvussu væl kvinnurnar loystu eina sera trupla uppgávu, og við eitt sindur av eydnu vóru tad okkara kvinnur sum komu víðari í kappingini.

Dagsins leikari gjørdist enn einaferð Barbara, sum var ein einmansherður í álopinum. Tann ivasami heiðurin, “dagsins detalja”, fall á Sunnevu og Jacobu, sum eftir hjørna til okkum, endaðu við at takla hvørja aðra í eini roynd at steðga einum kontraálopi.

Barbara fekk eitt mál eftir eitt sera flott kontraálop og Jacoba, í besta Beckham-stýli, fekk tað seinna uppá beinleiðis fríspark. Hesar 11 byrjaðu inni: Simona(c); Eir, Monika, Gunvá, Helena W.; Nikolina, Súsanna, Bjørg, Jacoba; Vanja, Barbara. Eyka og innskiftar: Helena J, Sunneva og Mia.

Dýra Biðidag tekur IF Føroyar ímóti Amager FF á Kløvermarkini kl. 11.45, DMI lovar gott veður, so tað er gamaní at koma at stuðla kvinnunum.

Keel Solution stuðlar kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum

Míttland boysarnir tættari stigi enn nakrantíð fyrr

BK. Viktoria – ÍF Føroyar: 1-0(1-0)

Okkara menn blivu teppibumbaðir í fyrra hálvleiki úti í Fælledparkiniog kundu bert takka málverjanum Hanus úr Norðskála fyri at halda Míttland boysunum inni í hitanum. Men kollektivi traðkaði í karakter í seinna hálvleiki, boysarnir komu sterkt aftur og vóru um reppi at fáa bæði eitt og tvey mál.

Fyrri hálvleikur var merktur av nógvum feilum og álopini regnaðu oman yvir ÍF Føroyar máli. Onkur kundi mistonkt Míttland boysarnir fyri at hava verið á festivalinum sum vit ikki nugu nevna navnið hjá, men tað høvdu teir sjálvandi ikki. At bert tað eina máli kom, var bert málverjanum og hepni at takka og heldigvís spentu boysarnir bogan betri í seinna hálvleiki.

Karl og Helgi fingu betri tak á miðvøllinum og sum heild mannaðu menn seg upp. Størsta kjansin í seinna hálvleiki hevði Helgi, men fleiri aðrir góðir vóru eisini. Um miðjan seinna hálvleik sendi Sylvi eitt gott fríspark innfyri og tætt undir málinum skallaði Jónas á tvørtræðið umvegis eina góða bjarging frá málverjanum. Lukkutíð stakk bólturin út til Helga, hildu vit og konfetti regnið var næstan farið í gongd, men liðskiparin setti kryllin ov niðarliga á bóltin, sum reyk omanfyri úr stuttari frástøðu. Sylvi hevði eitt fríspark á trýkantin og Jákup Andrias bleiv jarðlagdur í brotsteiginum, men tað var bert dómarin, ið ikki metti at talan var um brotsspark.

Hanus úr Norðskála stóð ein rimmar dyst og fekk heili 10 stemmur, tað vita vit øll hvat merkir, meðan Sylvi fekk tvær og Høgni og Helgi fingu hvør sína.

Liðið: Hanus úr Norðskála – Ove, Høgni, Sylvi, Bergur J – Trúgvi, Helgi, Karl, Jónas – Strøm, Jákup Andrias. Eyka: Eyðfinn, Kenneth og Jaspur.

Næsti dystur er á Summer ShakeDOWN degnum 17. Mai kl. 11.15 á Kløver.

 

1510419_10152232738259145_9104952452081811597_n

Stórsigur í steypadysti

NFC-ÍF Føroyar 0-11 (0-7)

 

Eftir at gongdin í landskappingini seinastu tíðin hevur verið heldur misjøvn var upplagt høvi at venda gongdini, tá ið steypadystur var á skránni í gjár. Mótstøðuliðið hesuferð var NFC úr Seriu 5, so útlitini til ein trivaligan sigur vóru avgjørt til staðar. Og lat okkum gera tað greitt beinanvegin: har var eingin slingur í valsinum! Í so máta var mótstøðan alt ov veik og frá fyrsta minutti skolaðu álopini oman móti málinum hjá NFC, og longu eftir 5 min var støðan 0-2 til okkara. Hálvleiksstøðan var 0-7. Gongdin í seinna hálvleiki var áleið tann sama sum í fyrra, men í mun til 1. hálvleik gekk heldur striltið at fáa gongd á aftur málskjótingina. Eftir at nakrar skiftingar vóru gjørdar kom endiliga hol á aftur og gjørdist endaliga úrslitið 0-11. Eitt úrslit, ið sagtans kundi verið væl størri, um vit vóru nakað neyvari frammanfyri málinum. Málskjúttar vóru Ólavur og Rókur ið fingu hattrick, Steffan og Dánial ið skutu tvey hvør og Hanus ið fekk eitt mál. 1. lið spælir aftur leygardagin og samstundis sum Medina rokkar inni í Kongens Have bjóða vit Østerbro IF vælkomnum á Kløvermarkini og so er bara at vóna, at stórsigurin hevur givið neyðuga sjálvsálitið til at venda gongdini seinastu landskappingardystirnar.

Teir ið mannaðu liðið vóru: Mathias – Pætur, Oddur, John, Jóhan – Erland, Ólavur, Rókur – Hanus, Steffan, Tummas. Á bonkinum byrjaðu Christian Høgni og Dánial.

Elektron stuðlar 1. liði

Fjórða tapi á rað í botnbraki

ÍF Føroyar-KB: 1-2 (0-1)

Enn einaferð var veðrið við okkara monnum, men tíverri var hepni ikki. Dysturin var domineraður av Mítt Land boysunum, men málini fullu tíverri ikki í teirra lut.

Tað vóru treystir boysar, sum fóru inn á vøllin hesuferð og kanska var tað tí at mótstøðuliðið hesferð lá á aftasta plássið við ikki so mikið sum einum stigi.

Okkara byrjaðu væl og Áki hevði ein góðan møguleika, meðan aðrir menn eisini royndu at bjóða seg til og allan fyrra hálvleik høvdu Mítt Land boysarnir greiða yvirvág í spælið. Tó skuld tað, freistast man at siga, enn einaferð verða mótstøðuliðið í skeyt fyrsta pílin. Eftir horna valdi Bárður at at hoppa upp og ólukkutíð smasha bóltin í besta volleyball stíli og dómarin var eirindaleysur, vísti Bárði ostaflísina og peikaði á brotssparksblettin og so var 1-0 hóast Hanus av Norðskála í málinum var ógvuliga tætt við at fanga bóltin.

Menn vóru ikki falnir í fátt í hálvleikinum og komu væl út til seinna hálvleik og tað skuldi vísa seg at geva úrslit tá Dánial sendi eitt fríspark millum vinir og fíggindar, sum streyk beint í mál uttan at nakar nært við bóltin. Men tíverri so var hetta tað einasta málið okkara fingu og tá Kaj fekk gula korti seint inni í seinna hálvleiki bleiv tað eitt sindur meir javnt og 6 minuttir fyri leiklok megnaði KB enn einaferð at leggja seg á odda. Eftir eina misskiljing kom vinstri vongur at standa púra fríður og hann sveik ikki og okkara máttu enn einaferð av vølli við tap í sekki, men sum hjá Liverpool… Næstuferð verður tað!

Mítt Land boysarnir hesa vikuna: Hanus úr Norðskála – Heini, Kaj, Høgni, Bergur J – Trúgvi, Helgi, Bárður, Ingi, Dánial – Áki

Næsti dystur verður mitt undir konkurrentsfestivalinum Frigg, so tað passar boysunum fínt. Hann verður í Fælledparkini ímóti Viktoria leygardagin kl. 11.15.

1506566_10152222424519145_2294788952084461322_nDagins leikarar gjørdust Bárður og Kaj, meðan Danial skeyt føroyska málið.

Dagins leikarar gjørdust Bárður og Kaj, meðan Danial skeyt føroyska málið.

ÌF Føroyar Kvinnur: top of the league

Tíðliga leygardagin 3. mai fóru kvinnurnar til Vanløse at dystast ímóti FC Damsø.

Dysturin bleiv ongantíð spennandi, og tað vóru ikki nógvir minuttir farnir, áðrenn hol kom á málskorðingina hjá ÍF Føroyum. Kvinnurnar fingu fýra mál í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki slakaðu kvinnurnar av, og koyrdu ein sannførandi sigur til hús. Dysturin endaði heili 7-1.

Hesi sjey málini vóru kristiliga býtt: Heidi og Barbara í álopinum fingu tvey mál hvør, Kristina fekk eisini tvey mál, har annað var eitt brotsspark og at enda kom Helena J. upp í part og fekk eitt mál.

Dagsins leikari gjørdist Eir. Tað er heldur sjáldsamt at ein høgri bakkur vinnur hendan tittulin, men Eir tók sær av øllum á høgru síðu hendan sólskinsdag á Klitmøllevej 20. Hon steðgaði nógvum álopum hjá FC Damsø, og var eisini ein hóttan fram eftir vøllinum.

Eftir fýra umfør liggja kvinnurnar klárt á odda i Københavnerserien við 12 stigum. Málúrtøkan er heili 19-4 ið ber boð um flott álopsspæl og trygga verju.

Liðið: Simona (C), Helena W., Sára, Monika, Eir, Helena J., Kristina, Bjørg, Súsanna, Heidi og Barbara. Eyka og innskiftir leikarar: Sunneva, Marjun og Sølva.

Mikudagin 7. mai er topp uppgerð móti KFB á Kløvermarkini á bana 4. Vónandi koma fleiri at stuðla kvinnunum.Keel Solution

 

Greiður sigur til 2. lið

ÍF Føroyar – Skovlunde (2-0)

Tað vóru nakrir avgjørdir mans, sum møttu upp til dyst leygardagin á Kløvermarkini. Aftaná óhepna tapið týskvøldið móti GVI, vóru menn uppsettir uppá at vísa, at tað bert var ein einlig svala. Hetta sást eisini týðuligani frá dystarbyrjan. Okkara menn sótu á mest sum øllum, og okkara spæl koyrdi væl. Sum dysturin leið fingu vit eisini fleiri málmøguleikar, og aftaná gott og væl eitt korter eydnaðist tað okkum at fáa mál. Ein bóltur verður spældur inn í teirra brotssteig, sum Rani sera hegnisliga skallar afturum seg til Brian. Brian var, sum altíð, ísakaldur. Eitt lítið trekk, ein skotfinta og eitt vinstrabein og so var 1-0. Okkara menn hildu trýstið á Skovlunde, og miðskeiðis í hálvleikinum var aftur mál. Ein bóltur støkkur út til Svenn, sum ger bart og knallar til. 2-0 og vit sótu á dystinum. Hetta var eitt frálíkt útgangsstøði at hava til annan hálvleik, so nú skuldi tað bara koyrast heim. Heim kom tað, men tó við tógvi stríð.

 

Annar hálvleikur bleiv ikki ordiliga sum vit ætlaðu okkum. Vit komu at renna alt ov nógv aftaná mótstøðuliðnum, og tað kostaði kreftir. Skovlunde legði eitt størri og størri trýst á okkara menn, og sum dysturin leið sá út til, at hetta fór at gerast meira spennandi enn ætla! Skovlunde komu eisini fram til nakrar góðar møguleikar, men Sjúrður vildi tað øðrvísi. Sum ein annar Gandalf á brúnni á Khazad-dum, noktaði hann nøkrum forbí. “NONE SHALL PASS” má verða runnið í hug hjá mótstøðuleikarunum aftaná dystin.

 

Sum leið, byrjaðu mótstøðuleikararnir at blíva frustreraðir, og tað sást aftur. Dysturin bleiv óneyðuga harður, men okkara menn vístu hvat teir vóru gjørdir av. Tá avtornaði, var støðan enn 2-0, og við tí úrslitinum løgdu vit okkum á odda í deildini. Tíðanverri máttu bæði Teitur og Jóhan Petur fara av vøllinum við skaðum, men vónandi eru skaðarnir ikki alvorligir.

 

Alt í alt kann sigurin nokk best uppsumerast við hesum sitatinum frá navnframa Ian Holloway: “To put it in gentleman’s terms if you’ve been out for a night and you’re looking for a young lady and you pull one, some weeks they’re good looking and some weeks they’re not the best. Our performance today would have been not the best looking bird but at least we got her in the taxi. She weren’t the best looking lady we ended up taking home but she was very pleasant and very nice, so thanks very much, let’s have a coffee”

 

Liðið: Sjúrður – Jákup S, Rasmus, Teitur, Jóhannus – Johan E., Rani, Svenn, Jósup – H. Eli Asen – Brian

 

Á beinkinum sótu: Sigurð, Johan Petur, John.

 

Dagsins maður bleiv Sjúrður við 7 stemmum. Honum á baki komu Svenn og Rasmus við hvør sínari stemmu. Næsti dystur er hóskvøldi móti FA2000

Soltin vika við lemjandi ósigrum…

26. apríl, Bk. Rødovre – ÍF Føroyar (4-1) 

Dysturin hesaferð varð spældur í Rødovre. Bk. Rødovre lá nr. 2 og fyri at vera við í kappingini um uppflyting so var umráðandi hjá okkum at vinna dystin. Tað var heitt og strævið at spæla hendan dagin tí veðri var av tí allar besta. Har aftrat var vøllurin ikki so góður og tískil var tað trupult at fáa spælið at koyra. Tá tað er sagt, so vóru vit kanska ikki ordiliga klárir frá dystarbyrjan og komu kanska ongantíð ordiliga inn í dystin.

 

Bk. Rødovre fekk fyrsta málið. Bólturin kemur innfyri úr vinstru síðu og síðani verður hann saksa-sparkarður í málið. Eitt sera gott mál. Løtu seinni verður Christian Høgni spældur leysur inni í 16 metrinum og smekkar til og so var javnleikur aftur.

 

Spælið gekk síðani eitt sindur aftur og fram har Bk. Rødovre fyri tað mesta var omaná. Tey 3 málini teir fingu afturat var uppá deyðbóltsstøður. Støðan bleiv harvið 4-1 til Bk. Rødovre.

 

Í seinni hálvleiki fór Steffan í mál av tí at ein fingur hjá Heina fór úr lið. Steffan kláraði seg tó sera væl og kom væl út í fleiri hornaspørkum.

 

Liðið hesaferð: Heini – Jóhan G., Rasmus, Oddur, Bárður – Rói, Tummas, Erland, Emil – Christian Høgni, Steffan.

Á beinkinum vóru: Rasmus, Pætur og Jósup

30. apríl, VLI-ÍF Føroyar (4-1)

Dysturin hesaferð varð spældur á Frederiksberg. Mótstøðuliðið var VLI sum liggur niðanfyri okkum á stigatalvuni og fyri at vit skuldu verða við í kappingin um uppflyting var sera umráðandi við 3 stigum í dag.

 

Vit komu ikki væl frá byrjan. VLI vóru meira ágrýtnir enn vit og fingu eitt mál tíðliga í dystinum. Tað eydnaðist tó at javna stutt eftir við einum máli frá Steffani. Aftaná tað royndu vit at koyra meira á, men tó var tað VLI sum hevði leikliga yvirvág. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var eitt innkast kasta innfyri og aftaná eitt sindur av trunkaspælið endaði tað við at ein leikari gjørdist leysur uttan fyri 16 meturin og smekkaði til og so var 2-1 til VLI. Sum dysturin gekk satsaðu vit meira og meira og tað gjørdi sjálvandi at tað varð opið í hinum endanum. VLI fekk 2 mál uppá snarálop og dysturin endaði so statt 4-1 til VLI.

 

Næsti dystur verður mikudagin 7. mai, sum er ein steypadystur.

 

Liðið hesaferð: Mathias – Jóhan G., John, Oddur, Bárður – Erland, Ólavur, Tummas, Rókur – Christian Høgni, Steffan

Á beinkinum vóru: Hanus, Emil og Rói

ÌF Føroyar kvinnurnar: Kempa kempa kempa

ÍF Føroyar kvinnurnar kempaðu seg enn einaferð til ein sigur. Í góðveðrinum týskvøldið vunnu kvinnurnar 6-3 á CBS Sport. Samanumtikið var talan um ein góðan dyst við nógvum málum.

Tað var í seinna hálvleiki, at málini byrjaðu at rapla inn hjá mótstøðuliðnum. Tað var eftir ein heldur taman fyrra hálvleik, har hvørki av liðnum høvdu fingið teirra spæl ordiliga at koyra. Støðan í var hálvleikinum 1-1. Men nøkur góð orð frá coach í hálvleikinum gjørdu, at ÍF Føroyar kvinnurnar funnu sær vinnaraviljan fram og spældu ein frálíkan seinna hálvleik, sum gjørdi at kvinnurnar skoraðu heili 5 mál.

Dagsins leikarir gjørdust: Monika og Bjørg við fimm avkvøðum hvør. Báðar høvdu stóran leiklut í sigrinum, Monika í miðverjuni og Bjørg á miðjuni

Málskorarnir vóru: Jacoba, Kristina, Bjørg og Sára. Jacoba og Kristina skoraðu eitt mál og Bjørg og Sára skorðau tvey.

Hesar byrjaðu inni: Simona, Eir, Sunnvá, Monika, Helena W, Helena J, Kristina, Bjørg, Jacoba, Elin og Sára. Á bonkinum: Gunvá, Nikolina

Næsti dystur hjá kvinnunum verður leygardagin 3 mai kl. 13.00, útivølli móti FC Damsø.

Keel Solution stuðlar kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum.