Niður aftur á jørðina

1. lið spældi leygardagin móti Dragør. Eftir kærkomna sigurin týsdagin vóru vónirnar góðar, men samstundis vóru menn greiðir um, at mótstøðuliðið – ið hevði lagt væl frá landi við 6 stig í tveimum teimum fyrstu dystunum – helst var betri enn undanfarnu mótstøðulið. Og rætt var! Dragør legði høgt trýst á og við hjálp frá […]

Continue reading

Kvinnurnar fingu ringa byrjan

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum høvdu eitt sera gott kappingarár í fjør, tá ið tær fluttu upp. Í dag var fyrsti dystur í nýggju deildini, og tær fingu seg orduliga royndar. Tíanverri taptu tær 6-0.   Kvinnurnar hava ikki vant nakað serligt undan fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum, og ja, tað sást eisini. Orkuna høvdu tær […]

Continue reading

BREAKING NEWS: Nýggjur kvinnuvenjari settur

Annika Godtfred er sett í starv sum nýggjur venjari hjá kvinnuliði felagsins, sum í ár skal royna seg í Kvinnuseriu Eystur. Annika hevur drúgvar royndir úr føroysku landskappingini umboðandi HB og hevur í 107 dystum skorað 64 mál. Umframt royndir úr føroyskum fótbólti hevur Annika roynt seg í donskum fótbólti, síðani hon í 2002 flutti […]

Continue reading

So rullar bólturin aftur á Kløvermarkini

Týskvøldið leikti 1. lið sín næsta dyst í nýggja kappingarárinum. Fyrsti dysturin varð leiktur seinasta leygardag, og bleiv úrslitið 4-2 til Nørrebro United í einum dysti, har okkara lið ikki heilt rakti dagin. Tí máttu aðrir bollar í suppuna týskvøldið, tá grannarnir KFB stóðu fyri tørni, og sigast má, at okkara leikarar vóru klárir frá […]

Continue reading