Á rættari kós aftur við manér

Sunnudagin 20/9 fór eitt vælmannað 2. lið hjá ÍF Føroyum til Fælledparkina á Østerbro at vitja Heimdal. Hóast sunnudagsdystir sjáldan eru vælumtóktir, so var tað ein samling av frískum og væluppløgdum monnum ið møtti til dystin (við einum undantaki, men meira um tað seinni) uppsettir uppá at fáa slettað tey seinastu vónbrotini. Tað tók sína […]

Continue reading

Náðisleys lektión í effektiviteti

Leygardagin 12/9 tók 2. liðið hjá ÍF Føroyum ímóti FB á Kløvermarkini. Spælið hjá 2. liðnum hevur verið á góðari leið teir fyrstu dystirnar, men trupulleikar hava tíverri verið við málskjótingini. Hetta skuldi aftur vísa seg at kosta dýrt. Í fyrra hálvleiki sat ÍF Føroyar á mestsum øllum, bæði viðvíkjandi spæli og møguleikum. Joseph legði […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Pætur Jørgensen

Hesaferð er tað havnamaðurin og HB’arin, Pætur Jørgensen, ið er setstur á bonkin. Pætur hevur eftirhondini búðleikast á Kløvermarkini í nøkur ár, har hann fyri tað mest hevur roynt seg á høgra bakki, men eisini sum venjarans darling á sentrala miðvøllinum. Til dagligt lesur Pætur Sport Management og er framvegis”tannáringaforelskaður” í damuni gjøgnum 8 ár, Jeanni.   […]

Continue reading

Kvinnurnar koyra á!

4. umfar – Fremad Valby vs. ÍF Føroyar 0-1 Enn eina ferð var lagt upp til ein tættan dyst, tá ið okkara kvinnur møttu Fremad Valby í Valbyparkini leygarmorgunin. Stigatalvan áðrenn dystin: Fremad Valby 7 – vit 6. Útlitini til dystin vóru góð! Coach Hentze hevði givið damunum góð ráð til morgunábitið og helmingurin bleiv […]

Continue reading

Nevndin skipað av nýggjum

Síðan árið 2015 fór av bakkastokki, eru nakrar broytingar framdar viðvíkjandi limum í nevndini. Í maj mánaði takkaði Bartal Højgaard fyri seg og eftir summarsteðgin valdi Emil N. Leifsson eisini at trekkja seg úr nevndini. Hetta hevði við sær, at nýggjur formaður skuldi veljast. Til seinasta nevnarfund, sum var í vikuni, var greið semja millum […]

Continue reading

Góða gongdin hjá ÍF Føroyar kvinnunum heldur fram.

Leygardagin vóru kvinnurnar aftur í eldinum og vunnu ikki minni enn 3-1 á Østerbro IF. Dysturin var leiktur á Kløvermarkini í frálíkum fótbóltslíkindum. Í fyrra hálvleiki stóðu ÍF Føroyar kvinnurnar væl á vøllinum og pressaðu óført, men torført var at fáa spælið at koyra. Sigast skal eisini, at Østerbro IF hevði meginpartin av spælinum í […]

Continue reading

Heim aftur ongul í reyv…

Leygardagin fór 2. liðið allan vegin til Hellerup, har slagið skuldi standað á vakra heimavøllinum hjá B1903. Sólin skein alfagurt og líkindini vóru perfekt til góðan fótbóltsdyst. Hetta bleiv tó væl og virðiliga broytt seinni. Sjálvur dysturin var sera tættur, uttan at tað hendi stórvegis. Liðini skiftist um at halda uppá bóltin og trekkja seg […]

Continue reading