Leikarin á bonkinum – Silja Højgaard

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:  Viljasterk, kvik og manglandi teknikk – men hetta arbeiða vit uppá J Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? Nei, tað geri eg tíverri ikki. Men viðhvørt eydnast tað mær at innheinta svøvnin seinni út á dagin. Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Hægri limagjald, einki at ivast í. […]

Continue reading

Skuffandi spæl og harvið tap

Í regninum leygardagin 17. oktobur leiktu okkara kvinnur móti FC Damsø heima á Kløvermarkini og máttu av vøllinum við einum 0-3 tapi. Damsø var betur hendan dagin og var sigurin tí fult uppiborin. Kvinnurnar fingu ikki ta bestu byrjanina; í skiftirúminum fingu tær boðini um, at eitt avboð var komið um morgunin vegna sjúku. Hetta […]

Continue reading

Tætt við sigur móti teimum ósigraðu

Aftaná eitt keðiligt avrik seinasta dyst noyddist 2. liðið at koma upp á hestin aftur móti oddaliðnum úr Fremad Amager. Fremad Amager høvdu ongan dyst tapt, áðrenn hendan dystin á Kløvermarkini, men tað var sanniliga tætt við hendan dagin. ÍF Føroyar valdu at spæla meira verjukent enn vanligt, og hetta gjørdi eisini, at oddaliðið høvdu […]

Continue reading

Fiasko í Frederiksberg

10. Oktobur fór eitt illa skert 2. lið til Frederiksberg at spæla ímóti FA 2000. Tað vísti seg tó, at so gott sum allir høvdu fingið skeiva beinið úr songini hendan leygardagin, og har var enntá ein, sum ongantíð fekk nakað bein úr songini. Jú minni sagt um hendan dystin, jú betri. Í fyrsta hálvleiki […]

Continue reading

Kleyvarskapur kostaði

3. oktobur fór 2. liðið til Tårnby fyri at útbyggja sigursrøðina. Tíverri valdu menn at gera tað ringt fyri seg sjálvar. Hóast ÍF Føroyar sótu á nærum øllum í fyrra hálvleiki, so var hálvleiksstøðan onkursvegna 0-3 til heimaliðið. Joseph og Johan høvdu hvør sítt skot, ið streyfaði yvirleggjaran, Jákup Dam og Johan komu í fleiri […]

Continue reading

Kvinnurnar úti fyri einum teprum 1-0 tapi

Gentofte – ÍF FØROYAR Sum spildurnýggjur greinaskrivari á heimasíðuni fór eg at kanna eina ”gamla” dystarfrágreiðing frá 22. September, um hvussu ein slík skuldi skrivast. Tað fyrsta eg býti merkið í, er setningin ”Coach Hentze gav góð ráð til morgunábitið..?”.. Hetta kenni eg einki til, kom svong til borðtennisborðið uttanfyri ØK kl 9.30, so kommunikatiónin […]

Continue reading

2. lið á rættari kós

Aftaná heldur trivaliga byrjan aftaná summarsteðgin tykist tað endiliga at vera komið rætt lag á hjá 2. liði aftur. Hesaferð gekk tað út yvir Østerbro IF, ið blivu sendir heim frá Kløvermarkini við einum 3-2 tapi. Østerbro IF byrjaðu annars dystin væl, høvdu meira spæl og royndu at trýsta høgt, tó uttan at blíva ordiliga […]

Continue reading