Aftur á sigurskós

Leygardagin møttu menn hugagóðir upp til ársins fyrsta heimadyst, tá 2. umfar av várhálvuni í Seriu 1 varð spælt. Aftaná ein skuffandi javnleik síðsta vikuskiftið ímóti botnliðnum BK Fix, var umráðandi at vinna øll trý stigini fyri ikki at dragna í stríðnum um uppflyting. Dysturin leygardagin var ein sonevndur 6 stigs dystur, tí mótstøðan var oddaliðið – og grannarnir á Kløvermarkini – Sundby BK, so hetta var eitt gylt høvi at rætta upp á heldur linliga avrikið ímóti Fixmonnunum.

Venjarin hevði eisini tikið avrikið móti Fix til eftirtektar. Og aftaná at hava brúkt meginpartin av vikuni til at hugsa strategiskar snildir, var hann – í besta Brendan Rodgers stíli – komin fram til, at uppskriftin at basa oddaliðnum var at skifta spæliskipan frá eini breiðari 4-3-3 til eina meira kompakta 4-4-2 skipan við sonevndari diamantmiðju. Tá alt ov nógvur taktikkur kemur upp í spælið, taka onglendingar ofta til, at “football is a simple game complicated by idiots”, men hendan taktiska justeringin vísti seg at vera “spot on”.

Um sjálvan dystin kann sigast, at hóast sjálvt fótbóltsspælið onkuntíð hevur verið flottari, so vóru vit vóru væl betri allan dystin. Fyrsta málið kom longu tá umleið 15 minuttir vóru spældir. Uppspælið var heldur tilvildarligt, men tað endar við, at Christian Høgni rennur frá Sundby verjuni og einsamallur við málverjanum setir hann bóltin trygt í netið. Hendan støðan heldur sær til hálvleiks. Men gott 10 minuttir inn í seinna hálvleik tvífalda vit leiðsluna, tá Steffan skorar. Og eftir hetta er dysturin í roynd og veru vunnin. Tað mesta, ið eftir er av dystinum, koyra vit bóltin klókt runt millum okkara leikarar og Sundby hevur bóltin millum lítið og einki. Leikluturin sum statistar fekk øði í Sundby mennirnar, sum m.a. førdi við sær, at tveir av teirra leikarum blivu vístir av vøllinum. Móti dystarenda økir Hanus til 3-0 eftir brotsspark, sum hann sjálvur hevði tiltuskað sær.

 

Liðið: Mattias – Bárður, Oddur, John, Jóhan – Tummas, Erland, Ólavur, Rókur – Christian Høgni, Steffan.

 

Dagsins leikari gjørdist Erland við 5 atkvøðum. Rókur fekk 3 og so blandaðu vit bomm fyri rest.