Leikarin á bonkinum – Christian Høgni Jacobsen

Hendan mánaðin hava vit valt at gera eina jólaútgávu av ‘Leikarin á bonkinum’. Leikarin hesuferð er Christian Høgni Jacobsen. Christian Høgni hevur verið leikandi venjari hjá 1. liði og hevur loyst ta uppgávuna framúr væl. Til ársveitsluna, sum varð hildin í novembur í ár, varð kunngjørt, at Christian Høgni ikki ætlar sær at leika næsta […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum – Elsa Anna Mohr

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: – íðin, kvik og lang, sjúk innkast, he he 😉 Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? – sum oftast (tó ikki leygarnátt) Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? – lat ongan iva vera um, tíðin man seldi lutaseðlar, er ein farin tíð fyri mítt viðkomandi Hvønn sang burdu […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum – Teitur Tausen

Venjingarnar á Kløvermarkini eru byrjaðar, og fólk eru so smátt byrjað at fáa gongd í beinini aftur. Hetta krevur eisini, at vit fáa enn ein leikara á bonkin. Hesaferð er tað eingin annar enn 1.95 metur høgi porkenningurin Teitur Tausen, ið stendur fyri skotum. Teitur býr, sum flestu føroyingar, undir lestri í Keypmannahavn, á Oyrasundskollegiinum […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Simona Heinesen

Hesaferð er leikarin á bonkinum havnadaman og málkvinnan Simona Heinesen. Hon byrjaði sum heilt ung at leika fótbólt í HB og flutti síðan út á Argir nøkur ár eftir, har hon varð til hon flutti niður til Danmørk at lesa. Dagliga lesur Simona til pædagog.   Lýs teg sjálva sum fótbóltspælara við 3 orðum: Góð […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum – Silja Højgaard

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum:  Viljasterk, kvik og manglandi teknikk – men hetta arbeiða vit uppá J Svevur tú 8 tímar hvørja nátt? Nei, tað geri eg tíverri ikki. Men viðhvørt eydnast tað mær at innheinta svøvnin seinni út á dagin. Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Hægri limagjald, einki at ivast í. […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Pætur Jørgensen

Hesaferð er tað havnamaðurin og HB’arin, Pætur Jørgensen, ið er setstur á bonkin. Pætur hevur eftirhondini búðleikast á Kløvermarkini í nøkur ár, har hann fyri tað mest hevur roynt seg á høgra bakki, men eisini sum venjarans darling á sentrala miðvøllinum. Til dagligt lesur Pætur Sport Management og er framvegis”tannáringaforelskaður” í damuni gjøgnum 8 ár, Jeanni.   […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Jógvan Ósá

Summarið er av og tíð er til nýggjan leikara á bonkinum. Hesuferð er tað jukeboksin og venjarin á 3. liði, Jógvan Ósá, ið hevur sett seg í stólin at svara settu spurningunum. Jógvan má av sonnum metast at vera gamal í garði á Kløvermarkini, men helst er tað í veitslulagi at flest okkara kenna Jógvan […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Jósup Henriksen

Klaxsjingurin Jósup Henriksen er næsti maðurin í heita stólinum. Jósup má eftirhondini metast sum ein av veteranunum á Kløvermarkini. Um tað er blái búnin ið fær Jósup at trívast so væl skal verða ósagt, men “blátt er gott” og sum nakað nýtt vinnur Jósup eisini fleiri dystir á Kløver – nakað, ið ikki júst var […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Dion B. Splidt

Argjafrensurin Dion B. Splidt er fyrsti gesturin í 2015. Tá Dion ikki svevur, drekkur whisky ella lurtar eftir Jeff Buckley, lesur hann Búðskaparfrøði á KU. Dion er noteraður fyri 93 dystir í føroyski Effodeildini har hann hevur skotið 11 mál, ØLL fyri AB. So tað var ein semi-rutineraður unglingi ið kom á Kløvermarkina fyri 1 ári síðani. […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum: Gunvá Joan Pállson

So sótu vit aftur á bonkinum og hesuferð er tað Gøtumadamman Gunvá Joan Pállson, ið klaskar dintilin niður á regnváta bonkin úti á Kløvermarkini. Tann onkuntíð mismælta Gunvá ella Fung Ku Fighting, sum vinkonurnar kalla hana, flutti niður til Keypmannahavnar um árskiftið í fjør. Fung Ku hevur spælt ninja við ÍF Føroyum síðan mars í […]

Continue reading