Útskifting av nevndarlimum

Á ársins aðalfundi, sum varð hildin í kvøld 14. februar í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, varð millum annað rokniskapur fyri árið ið fór, framlagdur. Sunneva fortaldi um, hvussu árið er gingist, hvat hevur verið gott, og hvat hevur verið minni gott. Harafturat var gjørd ein útskifting í nevnd felagsins. Helena D. Wardum, sum hevur verið limur […]

Continue reading

Aðalfundur 2018

Ársins aðalfundur felagsins verður hildin mikukvøldið 14. februar kl.19.30 í festlokalinum á Oyrasundi. Hetta er beint eftir venjing hjá bæði kvinnunum og monnunum og tí er upplagt at koma ein túr á Oyrasundskollegiið til ein bita av kaku ella ein kaffi-/temunn. Er nøkur eldsál, sum situr og brennir fyri at koma í nevndina, er at […]

Continue reading

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Nevndin kann við gleði kunngera, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við 2. liðsvenjaran Andras Jákupsson. Andras hevur gjørt eitt megnararbeiði í felagnum og hevur verið við at lyfta felagið, ta tíðina hann hevur verið venjari. Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv. Køv ikki eldhugan!

Continue reading

Nýggjur 2. liðsvenjari

Vit eru sera spent at kunngera, at vit nú hava undirskrivað sáttmála við nýggjan 2.liðs venjari. Nýggi venjarin hjá 2.liði er Andras Jákupsson. Andras hevur fyrrverandi royndir venjari, og nevndin gleðir seg sera nógv til gott samstarv. Køv ikki eldhugan!

Continue reading

Nevndin hevur skipað seg av nýggjum

Stór útskifting hevur verið hjá nevndini í ár. Fýra nevndarlimir eru farnir frá, Ólavur í Ólavsstovu, Malan á Dunga, Asfinnur Sigvardsen og Lív E. Olsen, og 2 nýggir nevndarlimir eru komnir til, Heðin L. Olsen og Kristianna Balle. Í vikuni hevur nýggja nevndin hjá ÍF Føroyum havt sín fyrsta nevndarfund, har millum annað varð avgjørt, […]

Continue reading

Venjingartíðir í vetur

So er nýggja fótbóltsárið so smátt við at vera farið í gongd, og øll lið felagsins eru byrjað at venja aftur á Kløvermarkini. Felagið eigur graslíkisvallirnar mánadagar, mikudagar og fríggjadagar, har venjarar í felag við leikarar áseta venjingartíðirnar meira nágreiniliga. Til tey ið enn ikki hava verið til venjing, síggjast venjingartíðirnar niðanfyri. Vit gleðast um […]

Continue reading

Aðalfundur 2017

Mánadagin 13. februar verður árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum avhildin. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum kl.20.00 Av tí, at fýra av nevndarlimunum hjá ÍF Føroyar fótbólti leggja frá sær í ár, vilja vit heita á tey, sum hugsa seg hava ein lítlan nevndarlim goymdan í búkinum, at koma til fundin og stilla upp […]

Continue reading

Leikarin á bonkinum – Christian Høgni Jacobsen

Hendan mánaðin hava vit valt at gera eina jólaútgávu av ‘Leikarin á bonkinum’. Leikarin hesuferð er Christian Høgni Jacobsen. Christian Høgni hevur verið leikandi venjari hjá 1. liði og hevur loyst ta uppgávuna framúr væl. Til ársveitsluna, sum varð hildin í novembur í ár, varð kunngjørt, at Christian Høgni ikki ætlar sær at leika næsta […]

Continue reading

Nýggj stuðulsavtala gjørd við Smyril Line

Síðan 2013 hevur Smyril Line verið stuðul hjá felagnum. Nú er nýggj stuðulsavtala gjørd, ið er galdandi árini 2017 og 2018. Avtalan inniber millum annað, at logo’ið hjá Smyril Line verður prentað á nýggju leikaraklæðini hjá 2. liði. Vit eru glað fyri nýggju avtaluna og gleða okkum til at halda á fram við samstarvinum.

Continue reading