logo_big

ÍF Føroyar er eitt fótbóltsfelag fyri føroyingar í Keypmannahavn. Felagið varð stovnað 4. apríl í 1939 og hevur eina sera ríka søgu, har alskyns føroyingar hava slitið sínar fótbóltsskógvar millum ár og dag.

Felagið hevur í løtuni trý 11 manna lið, eitt 7 manna lið og eitt kvinnulið.

Heimavøllurin hjá ÍF Føroyum er á Kløvermarkini, og har verður eisini vant tvær ferðir um vikuna, sí venjingartíðirnar her

Felagið verður rikið fíggjarliga við limagjøldum og stuðlum.