Leikaraloyvið til ÍF Føroyar
Fyri at kunna spæla við í donskum seriufótbólti, er neyðugt at hava leikaraloyvi.
Hevur tú ikki aður leikt fótbólt í Danmark, ella í føroysku landskappingini, so kann leikaraloyvi útvegast frá Københavns Boltspil-Union innan fáar dagar.
Leikarin skal bert útfylla eitt skjal, og so tekur ÍF Føroyar sær av restini.

Leikt í Føroyum?
Hevur tú áður leikt í Føroyum, so skal leikaraloyvi flytast frá føroyska felagnum til ÍF Føroyar. Hetta verður gjørt soleiðis:

1. Leikarin heitir á gamla felagið í Føroyum um at senda leikaraloyvi sítt/váttan til FSF – Fótbóltssamband Føroya. Hesar upplýsingar skulu vera á loyvinum:

Navn

Føðingardagur

Bústaður í Føroyum

Navn á gamla felagnum og á nýggja felagnum

Bústaður í Danmark

Teldupostur

N.B. Allar upplýsingar verða handfarnar í trúnaði av bæði ÍF Føroyum og DBU (Dansk Boldspil Union).

2. ÍF Føroyar sendir áheitan til DBU um at fáa leikaraloyvið útflýggjað.

3. DBU sendir áheitanina til FSF, sum síðani sendir leikaraloyvið til DBU, sum síðani útflýggjar hetta til ÍF Føroyar.

NB: Gamla felagið, hevur loyvi at sýta fyri at útflyggja leikaraloyvið, um spælarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi.

Leikt í Danmark?
Hevur tú áður leikt í øðrum felagi í Danmark, og ynskir at leika í ÍF Føroyum, setir tú teg í samband við gamla felagið og heitir á tað, um at útflytta eitt sonevnt “Spillercertifikat”. Tá hetta er gjørt, skal tað latast til íF Føroyar, og er leikaraloyvið harvið sett í gildi. Gamla felagið, hevur bert loyvi at nokta hesum, um leikarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi/kontigent.

Skal leikari skifta úr ÍF Føroyum til annað felag, er sama mannagongd galdandi.

Flyta leikaraloyvi til Føroya?
Um leikari ynskir at skifta til felag í Føroyum, er mannagongdin henda:

1. Føroyska felagið heitir á FSF um at fáa leikaraloyvið frá DBU.
2. DBU heitir so á ÍF føroyar um at senda váttan til DBU um, at felagið leysgevur leikaran.
3. FSF setir síðan leikaraloyvið í gildi í Føroyum.

NB: Um leikarin hevur eftirstøðu viðv. limagjaldi í ÍF Føroyum, kann felagið sýta fyri at leysgeva leikaran, fyrr enn hetta er komið í rættlag.

Skal tú hava leikaraloyvið flutt?
Um tú hevur spurningar ella ynskir at fáa leikaraloyvið títt flutt, vinarliga send ein t-post til leikaraloyvi@fotboltur.dk