Limgjaldið er 900 kr. fyri eitt heilt kappingarár, ið eisini fevnir um innandurafótbólt, sum plagar at byrja, tá uttandurakappingin endar.

Tad ber til at gjalda limagjaldið í tveimum. Av tí at várhálvan er longri enn heysthálvan hevur nevndin avgjørt at býta limgjaldið soleiðis:

550 kr. fyri várhálvuna

350 kr. fyri heysthálvuna.

Minst til, at tú kanst sleppa undan at gjalda limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda limagjald. Afturfyri fær stuðulin ein bannara á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika! Hesin stuðulin skal hava eina minium upphædd uppá 3000 krónur.

Um tú fært ein stuðul, set teg so í samband við Sunnevá T. Magnussen, sunneva@fotboltur.dk ella tlf. 28 29 79 56, og avtala nærri.
Soleiðis verður limagjaldið goldið:

1. Holdsport.
Rita inn á Holdsport við tínum brúkara og fylg vegleiðingini til hvussu limagjaldið verður goldið. Tú verður tikin víðari til at rinda við at nýta kort-upplýsingar ella MobilePay.

2. Heimabanka
Flytt limagjaldið á kontoina hjá ÍF Føroyum: (reg. 6509) 306.178.331.7, og viðmerk evt. flytingina limagjald (ár).

3. Gjald í einari av deildunum hjá Bank Nordik ella øðrum banka

Kontohaver:
IF Føroyar – Fotboltur

Konto nr.:
(reg. 6509) 306. 178.331.7.

Minst til at biðja stavsfólkið við kassan um at viðmerkja títt navn á inngjaldingina. Goym hareftir kvittanina væl, og send evt. ein teldupost til kasserer@fotboltur.dk við upplýsingum um gjaldsdato og navn. Sostatt skuldi eingin ivi verið um, at tín inngjalding verður skrásett beinanvegin.

 

Evstamark og avleiðingar
Limagjaldið skal gjaldast beinanvegin og í seinasta lagi 1. septembur. Vit heita inniliga á allar leikarar um at halda hetta evstamark. Leikarar, ið byrja at venja eftir 1. mars, skulu gjalda limagjaldið beinanvegin.

Fótbóltsnevndin hevur gjørt av, at leikarar, sum ikki hava goldið limagjaldið innan 1. mars, verða útihýstir frá venjing og dystum, til limagjaldið er goldið.

Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn 1. septembur, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Pætur, um so er!

Gott kappingarár!
Nevndin