Reglugerð

Til tess at útvega føroyingum búsitandi í Danmark betri møguleika at íðka ítrótt, eru tey bæði feløgini Róðrarfelagið Aldan, stovnsett 4. apríl 1939, og Ítróttarfelagið Føroyar, stovnsett 1. juni 1940, samd um at ganga saman í eitt felag undir navninum Ítróttarfelagið Føroyar.

§ 1. Navn og heimstaður
Navn felagsins er Ítróttarfelagið Føroyar, vanliga nevnt ÍF Føroyar, hvørs heimstaður er Keypmannahavn.

§ 2. Endamál
Mál og mið felagsins er at útvega føroyingum, ið ynskja, møguleika at íðka ítrótt, og geva limunum møguleika at íðka tær ítróttargreinir, ið felagið sær seg ført fyri at taka sær av.

§ 3. Limaskapur
Limir kunnu gerast allir føroyingar, eins og øll onnur, ið vísa felagsarbeiðinum áhuga og gjalda limagjald.

Stk. 2. Limir og nevndarlimir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í vegin, hevur aðalnevndin heimild at strika.

§ 4. Limagjald
Limagjald verður goldið serskilt fyri hvørja ítróttargrein og verður ásett av deildarnevndunum hvør sær.

Stk. 2. Ásetingin av limagjøldum skal góðkennast á ársaðalfundinum.

§ 5. Ársaðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins, og avgerðir kunnu takast av teimum, ið eru til staðar.

Stk. 2. Fundurin verður hildin í fyrsta ársfjórðingi á hvørjum ári, og skal hann lýsast minst 8 dagar, áðrenn hann verður hildin.

Stk. 3. Mál til aðalfundin og uppskot til lógarbroytingar skulu verða aðalnevndini í hendi í seinasta lagi 5 dagar innan fundin.

Stk. 4. Á aðalfundinum er dagsskráin hendan:

Val av fundarstjóra og skrivara.

Ársfrágreiðing formansins.

Framløga av grannskoðaðum roknskapi.

Framløga av fíggjarætlan.

Góðkenning av limagjøldum.

Val av aðalnevnd og deildarnevndum.

Val av roknskapargrannskoðara.

Innkomin mál.

Ymiskt.

Stk. 5. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga boðaður. Allir limir kunnu møta.

Stk. 6. Allir limir felagssins, ið hava goldið limagjald, og sum møta á fundinum, hava atkvøðurætt. Ein limur hevur bert eina atkvøðu, hóast limurin íðkar fleiri ítróttargreinar í felagnum.

Stk. 7. Øll uppskot og val á ársaðalfundinum verða avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta. Undantikin eru lógarbroytingar og avtøka felagsins.

§ 6. Aðalnevndin
Felagið hevur eina aðalnevnd, mannað av 3–5 nevndarlimum, ið verður vald á aðalfundinum.

Stk. 2. Deildarformenninir eru sjálvskrivaðir í aðalnevndini.

Stk. 3. Aðalnevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni/skrivara, kassameistara og nevndarlimum.

§ 7. Deildarnevndir
Til hvørja ítróttargrein verða valdir 3-7 limir í eina nevnd.

Stk. 2. Deildarnevndirnar skipa seg sjálva við formanni, næstformanni/skrivara, kassameistara og nevndarlimum.

Stk. 3. Um ein deildarnevnd ikki er fullmannað aftaná nevndarvalið á aðalfundinum, útnevnir deildarnevndin eftir tørvi aðrar nevndarlimir.

§ 8. Roknskapur
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desembur.

Stk. 2. Hvør ítróttargrein fær allar inntøkur, og skal gjalda allar útreiðslur, ið koma inn ella standast av teimum tiltøkum, sum viðkomandi ítróttargrein skipar fyri, eitt nú stuðulsavtalur v.m.

Stk. 3. Felags útreiðslur og felags inntøkur verða býttar millum ítróttargreinarnar eftir virknum limatali.

Stk. 4. Deildarnevndirnar hava fíggjarligu ábyrgdina av síni ítróttargrein, meðan aðalnevndin bert hevur ábyrgd av felagsrakstrinum. Hvør ítróttargrein skipar sína egnu umsiting við bókhaldi, konti v.m.

Stk. 5. Limir felagsins hava rætt til at fáa innlit í roknskap felagsins.

Stk. 6. Aðalfundurin velir ein roknskapargrannskoðara. Hesin skal vera uttanífrá, tvs. at hann ikki skal hava tilknýti til nevndararbeiði felagsins. Kortini er limaskapur í felagnum ikki til hindurs fyri hesi uppgávu. Roknskapur verður gjørdur fyri hvørja ítróttargrein, men verður grannskoðaður og framlagdur í felag.

Stk. 7. Felagið kann bert ábyrgdast fyri sínar skyldur við teimum ognum, ið hoyra til felagið. Limir ella nevndarlimir felagsins kunnu ikki ábyrgdast persónliga fyri felagsins skyldur.

§ 9. Tekningarrættur
Rætturin at skriva undir vegna felagið verður tilskilaður formanni og kassameistara felagsins. Við upphæddir undir kr. 3.000 hevur kassameistarin heimild at skriva undir einsamallur. Er talan um størri upphæddir, skulu bæði kassameistari og formaður seta sína undirskrift.

§ 10. Eykaaðalfundur
Ein meiriluti av aðalnevndini kann kalla til eykaaðalfundar. Annars skal aðalnevndin kalla til eykaaðalfundar, tá ið minsta lagi 1/3 av limunum krevja tað við at boða aðalnevndini skrivliga frá hesum umframt teimum málum, ið skulu viðgerast.

Stk. 2. Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga aðalfundin.

§ 11. Lógarbroyting
Lógarbroytingar, ið koma fyri á aðalfundinum, kunnu samtykkjast við 2/3 av atkvøðunum.

§ 12. Avtøka felagsins
Felagið kann bert avtakast, um lýst verður lógliga til eykaaðalfundar. Fundurin er viðtøkuførur um 2/3 av limum felagsins eru á fundi. Av teimum møttu limunum mugu 3/4 atkvøða fyri avtøkuni.

Stk. 2. Ogn felagsins verður við uppathaldi felagsins latin almannagagnligum endamáli.

§ 13. Lógarsamtykt
Omanfyristandandi lóg varð í hesum líki samtykt á aðalfundinum tann 6. mars 2013. Lógin frá 16. mars 2006 er hervið sett úr gildi.

Keypmannahavn, tann 6. mars 2013.
Vegna ÍF Føroyar,

Ingibjørn Johannesen,
Formaður