ÌF Føroyar Kvinnur: top of the league

Tíðliga leygardagin 3. mai fóru kvinnurnar til Vanløse at dystast ímóti FC Damsø.

Dysturin bleiv ongantíð spennandi, og tað vóru ikki nógvir minuttir farnir, áðrenn hol kom á málskorðingina hjá ÍF Føroyum. Kvinnurnar fingu fýra mál í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki slakaðu kvinnurnar av, og koyrdu ein sannførandi sigur til hús. Dysturin endaði heili 7-1.

Hesi sjey málini vóru kristiliga býtt: Heidi og Barbara í álopinum fingu tvey mál hvør, Kristina fekk eisini tvey mál, har annað var eitt brotsspark og at enda kom Helena J. upp í part og fekk eitt mál.

Dagsins leikari gjørdist Eir. Tað er heldur sjáldsamt at ein høgri bakkur vinnur hendan tittulin, men Eir tók sær av øllum á høgru síðu hendan sólskinsdag á Klitmøllevej 20. Hon steðgaði nógvum álopum hjá FC Damsø, og var eisini ein hóttan fram eftir vøllinum.

Eftir fýra umfør liggja kvinnurnar klárt á odda i Københavnerserien við 12 stigum. Málúrtøkan er heili 19-4 ið ber boð um flott álopsspæl og trygga verju.

Liðið: Simona (C), Helena W., Sára, Monika, Eir, Helena J., Kristina, Bjørg, Súsanna, Heidi og Barbara. Eyka og innskiftir leikarar: Sunneva, Marjun og Sølva.

Mikudagin 7. mai er topp uppgerð móti KFB á Kløvermarkini á bana 4. Vónandi koma fleiri at stuðla kvinnunum.Keel Solution