Tíðindasavn
Powered by mod LCA

3. lið leikti javnt í avgerandi dysti

Hetta var dysturin sum skuldi vinnast, um 3. liðið skuldi hava vónir um at vera verandi í seriuni, men fyri fimtu ferð í ár leiktu vit javnt.

Vit høvdu ikki spælt í meira enn 2 minuttir, tá ið  verjan snork svav, og østerbro fekk loyvi til at seta okkum uppá pláss, og so var 1-0. Tó fóru menn ikki niður við høvdinum og byrjaðu at leika flottan álopsfótbólt. Tá ið vit høvdu spælt 25 minuttir taklaði Jákup ein vong hjá østerbro, og fór rekandi inn móti málinum. Frá eini 20 metrum knallaði hann ein harðan bólt ímóti málmanninum, ið fekk fingrarnir á bóltin, men tað skuldi ikki havt gjørt, tí at tummilin reyk og bólturin fór í mál til 1-1. Eftir at vit høvdu javnað, vaknaði Østerbro og fer eftir fer komu teir til stórar málmøguleikar, men Sjúrður "Schmeichel" vildi ikki lova teimun fleiri mál í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur byrjaði javnt, og var merktur av rótutum spæli. Østerbro hevði tað betra spælið og kláraði at spæla seg fram til nógvar málmøguleikar, men Sjúrður "Schmeichel" og stengurnar vildu annað.  Tá ið vit høvdu spælt 25 minuttir hendi tað, sum ikki mátti henda. Bjarni er so óheppin, at bólturin kemur í hondina, men dómarin gevur fordeil og Sjúrður ger enn eina meistarliga bjarging, men dómarin droppar fordeilin og peikar á straffiplettin og so bleiv 2-1. Nú mátti okkurt gerast og venjarin valdi at skifta seg sjálvan inn. Nú royndu vit ordiliga at pressa Østerbro og tað gekk heldur ikki long tíð áðrenn Eyðun spælir ein bólt til Bartal, ið driplar seg ígjøgnum verjuna hjá østerbro og sendir eina avlevering eftir síðuni til ein púra fría Rógva, og hann smekkar bóltin í netið til 2-2.

Nú royndu vit at leggja hart press á Østerbro, og tá ið 5 minuttir vóru eftir av dystinum var Rógvi enn einaferð uppá spæl. Hann driplaði tveir menn av og sendi bóltin sikkurt í málið til 3-2. Men fýra minuttir seinni sløkkir maðurin, sum er venjari og føddur í 1961, allar vónir hjá okkum við einum Roberto Carlos skoti, ið Sjúrður ongan møguleika hevur at bjarga til endaligu støðuna 3-3.

3 liðið hjá íf føroyum hevur spælt 10 dystir í ár, harav 5 javnleikir og 5 tap. Tað er allarhelst ikki nokk til at blíva verandi í seriuni. Tað skal tó sigast, at um vit vinna næsta dyst og Østerbro tapir, so hava vit ein lítlan møguleika, at blíva verandi í seriuni sum tann besti 11´arin av 4 puljum.

Liði: Sjúrður P - Høgni L, Bjarni J, Eirik H, Sámal E - Bartal H, Djóni H, Fróði B, Rógvi A - Finn M og Jákup D

Eyka: Eyðun, Mannbjørn og Brynleif

Dagsins leikari: Sjúrður 7, Jákup 3, Bartal 2, Finn 1 og Rógvi 1



Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution