Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Kærkomin sigur til 2. lið í brennandi sól

HB - ÍFF2: 3 - 6

Í tí brennandi hitanum leygardagin kl 13, skuldu okkara menn á 2. liðnum stilla upp ímóti HB í Ryparken. Umstøðurnar vóru góðar, fantastiskur graslíkisvøllur og veðrið var av tí allarfagrasta, eini gott 25 gradir. Av tí at tað er eksamensperioda, og 2. og 3. lið spældu samstundis, so var tað eitt sindur torført at mannað bæði liðini, men vit fingu góða hjálp frá nøkrum 1. liðs leikarum, umframt frá Øssur Dalbúð, ið traðkaði til í síðstu løtu, og tað skuldi vísa seg at koma væl við.

2. liðið vann uppiborið 6-3 ímóti HB, men hóast hetta var ein stórsigur, var ikki nogv sum bendi um hesa gongdina í fyrra hálvleiki. Fyrri hálvleikur var javnur, har HB kanska sótu meira á bóltinum (myndamál: altso teir ”sótu” ikki á bóltinum), ímeðan vit skaptu fleiri málmøguleikar. Serliga vóru tað mótálopini, sum blivu vandamikil ferð eftir ferð. HB kom á odda bæði 1-0 og 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hetta var ikki óuppiborið.

Sídani komu vit meir inn í dystin og byrjadu at taka yvir. Tá ið 30 min vóru spældir bleiv Jósup sendur avstad, og hann leggur bóltin inn til Hanus, ið setur hann trygt í málið. Beint áðrenn dómarin brúkslar til hálvleik, skorar tann júst innskifti ”Teitur”, a.k.a. Øssur, til 2-2. Hetta kom avgjørt at lyfta okkum upp, samstundis sum vit hoyrdu hvussu illa HB'arnir byrjaðu at skeldast inn á hvønn annan.

Seinni hálvleikur var einvegis ferðsla á HB málið, tað vóru ikki nógvir minuttir spældir, áðrenn vit vóru á odda 4-2 við málum frá Hanus og Øssur. Nú góvu HB spælararnir og serliga verjan upp, og har vóru nógv hol at finna í verjupartinum (myndamál aftur). Hetta gjørdi, at vit fingu fleiri málmøguleikar restina av dystinum. Vit skoraðu 2 mál afturat, men vit kundu lættliga havt skora fleiri. Aftur hesaferð vóru tad Hanus og Øssur, sum vóru málskjúttar. Stutt áðrenn dystarenda lovaðu vit teimum, at fáa eitt mál, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 6-3, og harvid kom 3 sigurin á rað í hús.

Dagsins “Andras” fór til Hanus, sum í tí brennandi hitanum og ímeðan dysturin leikaði harðast á, kom rennandi út á síðulinjuna, og venjarin var sjálvandi skjótur at rætta honum eina fløsku av vatni, men nei nei! Hanus skuldi ikki hava nakað vatn, hann skuldi hava sólkrem, og stóð so har á síðulinjuni og smurdi seg inn, ímeðan hinir máttu kempa í hitanum! ;)



Dagsins leikari: gjørdist Øssur við 10 atkvøðum, ímeðan Hanus og Mathias fingu 2 hvør.

Málini:

1-0: HB 30 min.

2-0: HB 35 min.

2-1: Hanus 40 min.

2-2: Øssur 45 min.

2-3: Hanus 50 min.

2-4: Øssur 55 min.

2-5: Hanus 65 min.

2-6: Øssur 70 min.

3-6: HB 85 min.


Liðið: Heini – Ove, Jákup, Kaj, Ásbjørn – Allan, Mathias, Petur Óli, William – Jósup, Hanus

Eyka: Ingibjørn, Rólant og Øssur

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution