Maðurin á bonkinum: Pétur Óli Samuelsen

 

Petur Óli til sjós

Hesuferð er tað Vágbingurin og hálvi jau'arin, ið tekur sætið á bonkinum. 31 ára gamli Pétur Óli Samuelsen, Petur Pistóli ella bara Turbo Pétur, sum tey flestu kenna hann, hevur verði primus motor uppá meir ein hátt í felagnum.

Vegna arbeiði, sum “erhvervsrådgiver” í Jyske Bank, er so sum so við uppmøting til venjing, men tað sæst ikki aftur á nøgd av leiktum dystum fyri felagið. Turbo Pétur er altíð til dystin fús, eisini um tað so er sunnumorgnar kl. 09.30 eftir eitt gott Revival kvøld á Skarvinum og óansæð um tað er á 1. 2. ella 3. liðið.

Til veistlurnar er hann altíð góður fyri eina røvarasøgu og tað man bert vera Sjúrður Petersen, ið slær hann í hesi disciplinini. Vit takka Petur Óla  og ynskja honum alt tað besta. Linda Bech er sambært Facebook tann heldiga og tískil mugu vit enn einaferð skuffa støku ÍF Føroyar frúurnar

Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum: Ein stabilur spælari

Skulu leikarnir hava fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald? Hægri limagjald.

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? Nakrir mánar síðan – meini tað var í marts mánað.

Besti leikari, ið tú hevur leikt við? Tomislav Sivic – hann lyftið fótbóltsniveaui í Vági nógv upp.

Besta ÍF Føroyar ball? Tá tað var á Sólbakkanum, haldi tað var í 2007 ella 2008.

Besta/stuttligasta minnið frá Kløvermarkini? Har eru nógv góð minnir. Tað sum eg minnist best, var tá okur møttust til steypakamp ímóti AB og sjonvarpið eisini var møtt upp.

Hvat er ein góður kossur?

Ein morgunkossur.

Størsta fótbóltsuppliving? At blíva Føroyameistari við VB í 2000

Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær? Janus Petersen!

Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum? Fleiri áskoðarar.

Hvønn spurning hevði tú aldrin svara uppá? F…! ein keðiligur spurningur.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution