Tíðindasavn
Powered by mod LCA

B36 og ÍF Føroyar bresta saman komandi vikuskifti

Sum flestum kunnugt liggur felagið í dvala nú summarferia er og tað er heldur ikki tað stóra at skriva um her á heimasíðuni. Hóast hetta arbeiða vit enn við at betra um heimasíðuna og stigatalvan og toppskaralistin í høgra bredda er Hallursa nýggjasta kreatión.

Men nú alt liggur stilt, verður ein av teimum heilt stuttligu uppgávunum. Besta manslið okkara møtir nemliga oddaliðnum í Vodafone deildini, ið enn ikki hevur tapt ein dyst. B36 liggur á odda við 31 stigum og við styrki í summarferiuni av Atla Danielsen og fyrrverandi Brøndby leikaranum Mahmud Suleiman, sær hetta út til at blíva ein torfør upgáva.

Okkara besta lið kláraði seg eisini væl í várhálvuni og tað er við stórum árræði at okkara menn gera klárt til uppgávuna. Allir menn uttan Rasmus Nolsøe, Pétur Óli Samuelsen og Niels Joensen eru tøkir.

Liðið í leikar móti B36: Rókur av Fløtum, Páll Mohr Joensen, Emil N. Leifsson, Pætur M. Dahl, Jóhan Petur Holm, Rani D. Christiansen HB, Jóhan V. Gunnarson, Ásbjørn V Jøkladal, Bergur Midjord B36, Hanus Eliasen ÍF, Steffan Kalsø KÍ, Magni Høgnesen LÍF/Víkingur, Jákup Olsen VB/FC Suðuroy, Trygvi Askham FS Vágar, Bárður Danielsen Skála.

Vónandi savnast nógv ÍF Føroyar fólk í Gundadali hetta kvøldið, fyri at heppa á okkara menn og vónandi fáa Jákup á Borg(myndin) og hansara menn onki at frøðast yvir komandi leygardag. Dysturin verður leiktur kl. 17.00 á ovaravølli í Gundadali.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution