Okkara stuðlar hugnadystinum í Gundadali
Okkara er nýggja føroyska bryggjariíð, sum hevur heimstað á Velbastað. Okkara ger nú klárt at royna seg uttanfyri oyggjarnar og í næstum verður møguligt at fáa vælsmakkandi ølið í kendari umhvørvið, fyri ÍF Føroyar limir. Ætlanin hjá Okkara, er at hava øll loyvir uppá pláss, soleiðis at tað longu verður møguligt at keypa Okkara øl í Føroyingahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn til Ólavsvøku.
Ólavsvøkuølin "Ólavur", ið er ein løtt Indian Pale Ale, er nú í umfar og er tað hendan, ið fyrst og fremst verður seld. Ætlanin hjá Okkara eftir ólavsvøkuna, er at marknaðarføra allar øl í Keypmannahavn.
Bryggjaríið Okkara stuðlar ÍF Føroyum í samband við hugnadystin móti B36. Vit takka fyri stuðulin og Vóna at hetta samarbeiði kann halda áfram, nú Okkara fer at royna seg uttanfyri landoddarnar. Eitt er so vist, í ÍF Føroyum verður settur prísur á gott øl.
Dysturin móti B36 verður á ovaravølli í Gundadali, leygardagin kl. 17. Dysturin er ókeypis.






