Beinleiðis frásøgn: B36 - ÍF Føroyar í Gundadali

Dysturin er útsettur ein hálvan tíma, og byrjar nú klokkan 17.30. Fitt av fólki er savnað í Gundadali undan dystarbyrjan, har sólin bakar oman og niðan. B36 er væl mannað og vantar bert Klæmint Matras, fyri at stilla við sterkastu manning.
Liðugt. Dysturin endaði við 3-1 sigri til B36, sum kropsliga var betur fyri enn okkara lið. Men fyri báðar partar var talan um fínan venjingardyst.
90 min: Farið verður nú undir tíðina, sum dómarin hevur lagt afturat. B36 hevur fult tamarhald á tí mesta, og Trúgvi hevur havt fleiri góðar bjargingar seinasta korterið.
81 min: Bergur Midjord var nær við at minka um munin, men hann fekk ikki reiðiligt skot á bóltin, sum rullaði framvið málverja og máli.
77 min: So er 3-1 í Gundadali. Heini í Skorini økti, eftir at Súni Olsen heldur lættligar kom ígjøgnum í høgra borði.
68 min: Betra venjingarstøðan hjá B36 er veruliga um at koma til sjóndar. Stórt trýst er á ÍF Føroyum, men higartil hevur Trúgvi hildið okkum inni ií dystinum.
62 min: Ferðin á spælinum er dalað nakað, men framvegis hevur B36 tamarhald á. Súni Olsen var nær við at økja upp á beinleiðis fríspark úr 40 metrum. Hetta førdi til hornaspark, har B36 hevði rimmar møguleiki, men við tveimum feprubjargingum fekk Trúgvi Askham vart fyri.
57 min: So er 2-1 til B36. Málskjútti var Mahmud Suleiman, sum setti í netið úr stuttari fjarstøðu, eftir at Cieslewicz streyk ígjøgnum í vinstru.
52 min: B36 roynir at leggja trýst á, og talan hevur verið um spentar støður í brotsteiginum hjá ÍF Føroyum. Cieslewicz var nær við, men fekk ikki reiðiliga skot á bóltin, og eftir hornaspark varð stútað á stólpan og skotið á tvørtræið.
48 min: Farið er nú undir seinna hálvleik, men enn hevur eingin møguleiki verið. Cieslewicz var tó um reppið at tackla seg ígjøgnum verjuna hjá ÍF Føroyum.
45. min: 1-1! Ein minutt fyri steðgin stútaði Súni Olsen eitt frálíkt innlegg frá Kenneth Jacobsen úr høgru. Javnleikur, hálvleikur og góður hýrur í Gundadali.
41. min: Ógvuliga optimistisk roynd úr 35 metrum frá Páll, men eingin sum helst vandi. ÍF Føroyar eru undir ógvuliga stórum trýsti í løtuni.
37. min: Gult kort til Jonas Flindt Rasmussen fyri at steðga Páll, sum kom tuskandi og var um at gerast púra leysur.
31. min: Nýggi leikarin hjá B36 úr Brøndby hevði sera naska roynd, men Trygvi kom væl út og vardi fyri.
27. min: Útskifting hjá ÍF Føroyum. Jákup Olsen út og Rani D. Christiansen inn. Jákup á Borg rópar á sínar mans um, at nú orkar ÍF Føroyari kki meira
25. min: B36 var ógvuliga nær við, men stútarin hjá Cieslewicz
24. min: Framvegis 1-0 til okkara mans. Flott avrik higartil, har ÍF Føroyar í stóran mun roynir seg við stikningum inn um verjuna hjá B36.
14. min: 1-0 til ÍF Føroyar! Pætur M. Dahl avsluttaði sera væl, tá hann legði bóltin inn við nærmaru stong, eftir frálíkt álop, har bólturin var fluttur upp í vinstru, spældur inn mitt fyri, har Rókur tók í móti, spældi út til Pætur, sum skoraði.
10. min: Páll Mohr Joensen lyfti bóltin sera hegnisliga í kassan, eftir góðan bólt upp um verjuna, men fyri triðju ferð varð hann dømdur at vera rangstaddur.
5. min: Tað hevur leikað hampiliga javnt á fyrstu løtuna, har Páll Mohr Joensen er veittraður offside tvær ferðir.
Byrjunaruppstilling:
ÍF Føroyar: Trygvi Askham - Magni Høgnesen (Kaj á Stongum, 72.), Bárður Danielsen, Jákup Olsen, Ásbjørn Viderø Jøkladal - Páll Mohr Joensen, Jóhan Viderø Gunnarsson, Emil Nolsøe Leivsson (Magni Høgnesen, 83.), Hanus Eliasenn (Jóan Petur Holm, 57.) - Pætur M. Dahl (Bergur Midjord, 55.), Rókur av Fløtum Jespersen.
B36: Meinhardt Joensen (Magnus Emil Poulsen, 46.) - Kenneth Jacobsen (Høgni Eysturoy, 64.), Jonas Flindt Rasmussen, Oddmar Færø, Símun Joensen - Jákup á Borg (Hørður Askham, 72.), Ingi Højsted (Heini í Skorini, 64.), Atli Danielsen, Súni Olsen - Lukasz Cieslewicz, Mahmud Suleiman (Sandri Færø, 72.)






