Tíðindasavn
Powered by mod LCA

1. lið byrjaði kappingina við sera tvísinnaðum javnleiki

Dystarfrásøgn 1. lið: Sundby – IF Føroyar

”Traditionen tro” var tað eitt skert 1. lið, ið møtti uppá á Smærubønum fyri at spæla fyrsta dystin aftaná summarsteðgin. Tríggir teir fyrstu dystirnir í kappingini liggja vanliga í august mánaði, tá teir heldur heimføðisligu útisetarnir ikki hava rikt seg leysar frá mammusa vaskimaskinu og køliskápi tíðsnokk til at skeldast um súlukort á flogvøllinum á Vágnum, fyri at taka langu leiðina aftur til Kbh. at stuðla teirra liðfeløgum í IF Føroyum. Við øðrum orðum: Vit eru altíð undirmannaðir í august. Og soleiðis var eisini henda dag, tá mótstøðan æt Sundby Bk. Talan var um eitt úrvalslið frá 1. og 2. liði, og standurin á monnum kann lýsast best við tí eymkan tann eini leikarin mælti (hann skal sleppa at verða ónevndur), longu aftaná at hava súkkla yvirum Smærubøin í tí síða grassinum til skiftingarhølið hjá Sundby Bk.,: ”Shit, hatta fuckaði lørini upp!”

Við bert 11 monnum í alt, kom Finn Mørk sum 12. maður beint áðrenn dysturin byrjaði, lukkutíð skuldi tað vísa seg, byrjaðu føroyingarnir heldur spakuliga, meðan Sundby kom flúgvandi út úr startblokkunum. Fyrstu 30 min. høvdu føroyingarnir bert einstøk skjótálop, har Rói og Petur Oluf høvdu hvør sín kjans at skora. Annars var tað Sundby, ið sat á øllum, men hóast Sundby megnaði at trýsta teir blá/hvítu heilt aftur á vøllin og høvdu kláran yvirvág av bótinum, so spurdust ikki so nógvar vandamiklar støður burturúr – fyri tað mesta bert í deyðbóltstøðum. Tað var ikki fyrr enn seint í hálvleikinum at hol kom á – og tá var tað IF Føroyar sum skoraði. Pætur var feldur stutt uttanfyri brotsteiginum, og tá traðkaði Rasmus stinnur upp til frísparki og snúraði bóltin effektivt uppum múrin og framvið málmanninum. Eitt vakurt mál. Hetta var ikki ein uppiborin 0-1 leiðsla, men hon helt til hálvleik.

Menn spákaðu troyttir út aftur til annan hálvleik, men tað skuldi vísa seg at Sundby menninir eisini kendu møðina. Tað gekk nógv betur at halda stýr á Sundby í øðrum hálvleiki, samstundis sum føroyingarnir skaptu meira fram eftir. Men tíðanverri eftir slakar 20 min inn í annan hálvleik fekk ein Sundby áleypari sparka bóltin framvið Trúgva í málinum, sum stóð fyrimyndarliga væl í dystinum, eftir eitt sindur av trunkaspælið í føroyska brótsteiginum. 1-1. Hetta koma illa við, tá man helt, at man hevði fingið tamarhald á dystinum. Men føroyingarnir góvu ikki upp og hildu áfram at stríðast fyri einum javnleiki, sjálvt um Sundby aftur legði nógv trýst á. Tað loysti seg eisini væl, tí stutt aftaná fingu teir blá/hvítu eitt skjótálop, har Pætur breyt ígjøgnum og fann Finn Mørk fríðan úti í vinstru síðu. Finn tok eitt trekk og avsluttaði kølin og hegnisliga í nærmasta tríkant, uttan møguleika hjá málmanninum at taka skotið. 1-2 og eitt kærkomið mál. Eftir hetta gekk væl betri hjá føroyingunum. Vit hildu tætt í verjuni og skaptu fleiri kjansir uppá skjótálop. Men tað skuldi ikki verða trý stig henda dag allíkavæl. Stutt áðrenn leiklok, langt inni í yvirtíðini, sleppur ein Sundbyleikari fríur úti í síðuni og leggur eitt innlegg beint í høvdið á einum øðrum frambrúsandi Sundbyleikara. Hóast kjansurin er stórur, so rakar Sundbyleikarin ikki bóltin ordiligt og hann støkkur beint niður á føturnar hjá Pætur, ið eru ov seinur at reagera, og upp í hondina á honum. Hóast ”óætlað”, ”hondina uppá pláss” og ”ongin fyrimunnur”, so fór bólturin allíkavæl upp í hondina og dómarin valdi at døma brotsspark, ið trygt bleiv sett í málið til endaliga úrslitið 2-2.  

Um vit fingu bjóðað javnleik, áðrenn fyrsta bríkslið, so høvdu vit ivaleyst tikið av beinanvegin, men eftir henda ótrúliga keðiliga og óneyðuga enda á dystin, var lagið ikki í topp á monnum í skiftirúminum aftaná. Tó kláraðu teir flestu at eftir-rationalisera seg til, at hesin dysturin var eitt stig vunni, heldur enn tvey stig tapt. Eftir umstøðunum ein góðkend byrjan aftaná summarsteðgin. Nú manglar einans, at restina av liðinum hoppar í Atlantic og kemur niður aftur til Kbh.  

Dagsins leikari: Niels 7, Rasmus 2, Ingibjørn 2, Kaj 1, Pætur 1

Málini:

0-1 Rasmus 35 min

1-1 Sundby 65 min

1-2 Finn 80 min

2-2 Sundby 90+3 min

Liðið: Trygvi - Kaj, Rasmus, Ingibjørn, Ove - Pætur, Niels, Petur Óli, Rói - Petur N., Petur Oluf

Eyka: Finn

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution