Tíðindasavn
Powered by mod LCA

3. lið fekk enn ein javnleik

ÍF Føroyar – FB 1-1 (1-1)

Veðrið var av tí allar fagrasta tá 3. lið fekk vitjan av FB. Hetta var fyrsti heimadystur í hesun kappingarárinum, og menn vóru uppsettir uppá byrja væl á heimavølli. Tað sá eisini lovandi út tá Bogi longu í triðja minutti legði ÌF Føroyar á odda. Men sum so ofta síðstu tíðina, so endaði hesin dysturin eisini við javnleiki 1-1.

Liðið: Eyðun – Ólavur K, Òlavur O, Niels, Høgni – Bergur, Per, Tróndur, Jóhan – Bogi, Petur Oluf

Á bonkinum: Sígurjón, Mannbjørn

Dysturin var bara tríggjar minuttir gamal tá fyrsta málið kom. Bogi var vakin, tá ein av verjuleikarnum hjá FB  gjørdi eina Jesper Olsen avlevering aftur til málmannin. Bogi var ísakaldur tá hann fangaði bóltin og avsluttaði fyrstu ferð. Hóast málmaðurin hjá FB fekk fingrarnar á bóltin, so fekk hann onki gjørt við harða skotið hjá Boga, og kundi tí bert hyggja at, meðan bólturin trillaði inn í tóma málið. Góða byrjanin gav føroyingunum blóð á tonnina, og megnaðu teir at seta FB undir trýst við fleiri málmøguleikum í fyrra hálvleikið. Ein tann besta átti Mannbjørn, tá hann í 35. minutti royndi seg úr spískum, men tíverri fór bólturin í síðunetið.

Tað vóru annars ikki nógvir málmøguleikar í dystinum. Miskeiðis í fyrra hálvleikið vóru nakrir málmøguleikar, men tá var undirritaði inni í koloni-havanum og leitaði eftir einum bólti...

Eingin málmaður var tøkur til hendan dystin, so leikandi venjarin, Eyðun Mylná, tók sakina í egnar hendur, og stillaði seg sjálvan í mál. Eyðun fekk ein sannan elddóp, tá hann í fyrsta álopinum hjá FB var noyddur at vísa stórspæl, tá hann við eini akrobatiskari bein-paradu fekk koyrt bóltin út horna, eftir at ein móststøðleikari hevði roynt seg úr tættari fjarstøðu. FB kom betur inn í dystin sum hálvleikurin leið, og móti endanum av fyrra hálvleikið megnaðu teir at javna. FB legið ein høgan bólt inn í brotsteigin hjá ÌF sum var ruddaður vekk í fyrstu atløgu. Bóltur støkkur út til ein FB leikara sum roynir seg við góðun langskotið, og so var javnleikur. Eyðun var prísgivin og fekk onki gjørt við góða langskotið.

Í seinna hálvleikið hendi sera lítið. FB royndi at leggja nakrar høgar bóltar inn um verjuna hjá okkum, men verjan stóð stinn. Dagsins leikari, Niels, skallaði allar bóltarnar vekk av vandaleið. ÌF Føroyar royndi seg eisini við langum sendingum, men FB hevði ein góðan verjuleikara, sum eins og Niels, ruddaði allar bóltarnar vekk av vandaleið.

Av tí at bæði liðini spældu sum tey gjørdu, so komu ikki nógvir málmøguleikar. Dómarin var sera glaður fyri floytuna, og hvørja ferð okkurt spennandi var  við henda, ja so floytaði hann. Móti endanum av dystinum gjørdist Per púra leysur í høgru síðu, og setti kósina móti málinum, men sum ikki einaferð so floytaði dómarin, -hesaferð fyri rangstøðu. Hendan avgerðin hjá dómaranum kann hava bjarga FB eitt stig, tí sum vit sóu tað, so var Per ikki rangstaddur.

Ì teimum seinastu minuttuinum kom veruligt drama í dystin. Òlavur Kjølbro, sum var komin inn á vinstra vong, fer í nærdyst við ein FB-leikara. Òlavur dettir, og FB-leikarin ger ikki mætari enn at stempla Ólavur í tað allar heilagasta. Dómarin, ið sum heild hevði ein ringan dag, valdi at geva FB-leikaranum (einans) gula kortið, men av tí at tað vóru minni enn 10 minuttir eftir, so kundi tað gera tað sama fyri okkum hvønn lit kortið hevði. Leggjast skal afturat at Òlavur var skjótur á fótum aftur, og sá ikki út til at hava tikið álvarsligt mein av óhugnaliga samanbrestinum. Verri var við danskarnum, sum fór haltandi av vøllinum! Sjónarváttar vilja verða við, at danin fór av Kløvermarkini á høkjum og við ísposa um fótin!

Vit ætlaðu okkum at vinna fyrsta heimadystin í hesun kappingarárinum, men so skuldi ikki verða. Alt í alt var javnleikur nokk eitt rættvíst úrslit.

Dagsins maður gjørdist Niels við 7 atkvøðum. Honum á bakið kom Eyðun við 4 atkvøðum, meðan Tróndur og Ólavur O. fingu hvør sína atkvøðu.

Málini:

1-0  Bogi 3 min.

1-1 FB 40 min.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution