Enn ein sigur til 2.liðið.
Sunnumorgun er (tíverri) spælitíðin hjá 2.liði á heimavølli, ið ofta føra við sær óforklára mannfall og møguliga tí, hevur útivalla formurin ofta veri betri enn heimavalla formurin, sum nú skuldi broytast.
Vikuna innan dystin, bendi alt á at venjarnir fóru at fáa eitt "luksus" problem, har leikara tilfari var "fult" av kvaliteti í kvantitetinum!!! Tó eftir nakað av fráfalli, var tað eitt sterkt 2.lið sum møtti á kløvermarkini.
Tá so Lars Gerner (fyrr-verandi superligadómari) setti dystin ígongd, vóru ÍFF omaná teir fyrstu minuttirnar og fingu eisini set hol á við einum stútara frá Lava, eftir gott spæl av Helga J. og sjálvt um venjarin hevði lagt dent á at man vinnur ongan dyst á papirinum, so óbevíst mistu vit yvirvágan í fyrra hálvleiki og tað resulteraði eisini í at BK. Viktoria fingu javna eftir ein "litlan" hálvan tíma.
Í hálvleikinum vóru menn samdir um at vit máttu fara 1-2 gear upp. Í seinna hálvleiki høvdu ÍFF stóran leikligan yvirvág, har Lava'maðurin eftir fleiri 100% møguleikar enduliga far skora til 2-1 og aftur sum í fyrra hálvleiki so missa við yvirtaki á dystinum og loyvdu BK. Viktoriu at lukta til eitt møguligt stig og beint eftir teirra kanska størsta kjans, so far Lava enn ein "fríløbara", sum hann setur trygt í netið og so var støðan 3-1 til okkara!!!
Eftirmeting: Ein dystur har ÍFF var tað betra liði, tó uttan at orduliga koma úr startblokkinum! (onkur helt at ÍFF komu sovandi til sigurin) Har Lava fekk hattrick, sum burdi veri dubult hattrick, men hann var tó ikki einasti syndari í at misnýta stórar málmøguleikar - Rói!!!
Sigast kann at eitt lið sum vinnur uttan at leika nær við sítt potentiali - er eitt sterkt lið.
Málini:
1-0 15 min. Lava
1-1 28 min. Bk.V.
2-1 62 min. Lava
3-1 85 min. Lava
Dagsins leikari: Andreas Lava Olsen við 10 atkvøðum, til stóran fagna (tosta) fyri restina av leikarum nú næsti dystur er fríggjadag
Dagsins Andras: Fekk venjarin og hann takkar fyri ;)
Liðið:
Brian H, Ovi V, Johan E, Sámal E, Ásbjørn, Rói J, Helgi J(cpt), Regin T, Rólant, Bergur M, Lava
Eyka: Høgni H, Allan S






