Tíðindasavn
Powered by mod LCA

3. liðið við góðum sigri

ÍF Føroyar – BK Skjold: 1 - 0

Týsdagin vann 3. liðið 1 – 0 móti Skjold. Venjarin hevði lagt lag á leikararnar og gav monnum boð um at hugna sær. So var gjørt. Váti og tungi vøllurin gjørdi tað tó ikki lætt at skipa nakað flott spæl, men okkara menn vóru tolnir og trillaðu bóltin væl runt. ÍFF hevði tí bóltin nógv mest í fyrra hálvleiki, og besti málmøguleikin kom, tá ið Tróndur lyfti ein bólt uppum verjuna, sum Fróði flott snittaði víðari…bólturin var á veg í einum boga uppum málverjan, men hann fekk akkurát fingrarnar á og sent bóltin til horna. Ein sera flott bjarging!

Skjold hevði ikki nógv í fyrra hálvleiki. Tað avmarkaði seg til deyðbóltar, sum verjan og málverjin hjá ÍFF tóku sær væl av.

Í seinna hálvleiki trýsti ÍFF meira. Hetta úrslitaði í fleiri kjansum. Allan og Fróði høvdu fleiri gjøgnumbrot í høgru, og eitt skot endaði á stólpanum og sprakk út til Svein, sum hart pressaður bombaði bóltin uppum opið mál. Skjold gjørdi eisini bart við kontraálopum, og einaferð komu teir leysir ígjøgnum, men Heini bjargaði væl.

Forloysandi málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki. Sveinur, sum hevði verið sera ágangandi og fekk fleiri kjansir, var mótakarin av ein fínum innleggi. Sveinur legði seg á liðina og heilfluktaði bóltin. Tíverri rakti hann ikki bóltin so væl – men tíbetur hevði bólturin góða kós, og málverjin hjá Skjold møtti bóltinum, men frálíki dómarin sá sum ein ørn, at bólturin var innanfyri strikuna. 1 – 0 til ÍFF!!

Nú royndi Skjold at trýsta, og einu løtuna til endans í dystinum spældu ÍFF við einans 9 monnum eftir 2 gul kort. Okkara menn hildu tó út og fingu ein søtan sigur við heim hetta týskvøldið!


Dagsins maður: Heini 5, Mattias 3, Sveinur 2, Høgni 1, Per 1, Niklas 1, Jógvan 1

Málskjútti: Sveinur

Liðið: Heini – Jógvan Ósa, Mattias, Ólavur, Høgni – Allan, Fróði, Tróndur, Bergur – Per, William

Á beinkinum: Jákup Petersen, Niklas, Sveinur

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution