Kvinnan á bonkinum: Rannvá Poulsen
Hesuferð situr 21 ára gamla klaksvíksdaman Rannva Poulsen á bonkinum. Rannva ella The Babyfaced Assassin, sum liðfelagirnar kenna hana, hevur verði partur av útisetafelagnum síðan 2008. Tá valdi hon at leggja leiðina til høvuðsstaðin fyri at taka HF. Rannva hevur nú lokið útbúgvingina og er farin nakað so sjálvsamt sum til sjós og sigur hon í løtuni við Norðborg. Rannva er vist forlova við Frank, ið eisini hevur verði ein fastur partur av ÍF Føroyum. Vit ynskja teimum alt tað besta og takka fyri samrøðuna.
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Bang, ups, av
Hvussu dámar tær at selja lutaseðlar?
Puha, seinast keypti eg bara allar sjálv. Haldi at tað sigur nokk. hehe
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Heilt klárt hægri limagjald.
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Ehm? Lat okkum bara siga tað so; eg gleði meg øllumførum ikki til at opna posan sum teir liggja i.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Hesin spurningurin er drøyður. Tað hava verði nógvar góðar og tað er ringt at siga hvør er best, men um man skal meta eftir málum, so má tad verða Malan á Dunga.
Besta ÍF Føroyar ball?
Tað má heilt klárt verða summer shake down 2010, ógloymandi og ekstremt festligt.
Hvat er ein góður kossur?
Ein góður kossur, hmm… eg velji at ikki fara i detaljur og bara siga ein langur og vátur er altíð góður.
Størsta fótbóltsuppliving?
Hetta er nokk ikki tann størsta, men heilt bestemt tann mest sjokkerandi, tá ið venjarin hja okkum Torkil, bleiv álopin av einum leikara aftaná ein ekstremt ógvusligan dyst. Sum vit vunnu.
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Tað er ringt at svara uppa. Tað kemur alt annuppá hvat man er til. Tað eru nógv sløg og støddir at velja imillum og eg fari ikki at avsløra her, hvat eg eri til. hehe
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
At vit høvdu sloppi at spælt á graslíkis vøllinum!
Hvønn spurning hevði tú aldrin svara uppá? Kann ein fiskur blíva tystur.






