Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Lokaluppgerðin endaði við sigri til okkara menn.

Rasmus og Emil vóru raskir KFB-IF Føroyar: 1-3(0-2)

Summar og sól á Kløvermarkini, nú vit trína inn í oktobermánað var ikki gamalt, men hetta vóru umstøðurnar og ongin hoyrdist klaga. KFB’arnir sóu út til at vera tendraðir og hóast teir royndu manniliga og til tíðir villmanniliga, so vóru teir ikki mentir tað heilt stóra.

1. hálvleikur var allarhelst besti hálvleikur okkara menn hava levera í 2011 og fyriuttan eitt kontraálop beint fyri hálvleiksfloyt, so var KFB trýst aftur í egnan brotsteig hálvelikin á tamb. Rasmus stoypti kúlurnar, Steffan og Hanus løddu kanónina og Rókur og Pætur vóru teir, ið søktu fíggjindan. Bæði mál vóru lýk, við langari sending út í borði, fyri síðan at verða shippa innaftur í brotsteigin eftir flotta grassvørinum, har okkara menn vóru fyrstir á og settu bóltin trygt í netið. Aðrir møguleikar vóru eisini til at geva grannunum mønustingin, men menn fóru vælnøgdir til hálvleiks.

Seinni hálvleikur bar brá av ónøgd og ørkymlan úr KFB leguni og bert 4 minuttir gamal var KFB leikari rikin av vølli fyri hevnisøku ímóti altíð kontanta Jákup í miðverjuni. Nú sá út til at streymurin fór at renna enn meir í okkara favør. Tó so, so øktist ónøgdin frá mótstøðu leikarunum og til tíðir ivaðist man í, um K ‘ið og F'ið í KFB stóð fyri Kung Fu.  Tá so ein heldur kjølbeintur vongverji karate sparkaði bóltin í netið úr 30 metra fjarstøðu í besta  Bruce Lee stílið, so visti man seg sikran.  Steffan var skjótur at økja til 3-1, eftir góða brodering frá Hanusi og so var sigurin so væl sum heima. Men Palli plankaverk í form av Briani mátti út í eina hazarderaði bjarging tá hann kastaði seg út í eina góða paradu og tó at bólturin endaði hjá einum KFB’ara so var Rasmus á strikuni og clearaði.

Ein fyrri hálvleikur við fantastiskum spælið og ein seinni við disciplinerðum spælið og góðum stríðsanda.

Rasmus gjørdist dagsins leikari og honum á bakið komu Emil, Steffan og Rókur.

Málini:

0-1 Rókur 22 min.

0-2 Pætur 35 min.

1-2 KFB 60 min.

1-3 Steffan 68 min.

Komandi dystur verður aftur á Kløvermarkini. Hann verður leygardagin kl. 15 ímóti oddaliðnum úr Dragør.

Liðið í dag: Brian – Elling, Rasmus, Jákup, Jóhan – Hanus, Niels, Emil, Pætur – Rókur, Steffan.

Eyka: Rani, Rói, Magni.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution