2. lið kláraði ikki at varðveita oddasessin
Hetta gjørdist veruleiki í góðveðrinum á Gadelandet í Brønshøj leygardagin, eftir at Bk Fix fór avstað við øllum trimum stigunum, og lótu føroyingarnar á 2. liðið standa eftir við einum ringum smakki í munninum.
Hóast menn høvdu torført við at finna sær vegin út til Gadelandet í Brønshøj leygardagin, vóru líkindini at spæla fótbólt av tí allarbesta - sólin skein oman og niðan, eins og vøllurin sá sera góður út. Sjálvt um nógvar broytingar vóru á liðnum til henda dyst, har bæði fremsta og aftasta keta vóru næstan heilt nýggjar í mun til síðsta dyst, kundi ÍF Føroyar seta eitt sterkt lið á vøllin. Hetta hevur verið fastur táttur á liðnum í undanfarnu dystum, og hevur tað eisini eydnast sera væl. Stigatalvan ber vitnisburd um hetta, har tað er blivið til fimm sigrar og eitt niðurlag higartil í kappingarárinum. Góðu úrslitini hava ført við sær, at liðið hevur verið oddalið í deildini í harðari kapping við KB. Um ÍF Føroyar skuldi gera sær vónir um at halda fast í oddasessinum var kravið ein sigur á Bk Fix, sum liggur mitt í tabellini.
Ætlanin, sum Janus hevði stungið út í kortið til henda dyst, var at liðið skuldi fram á vøllin at leggja trýst á Bk Fix menninar. Sum fyrri hálvleikur frá leið gjørdist klárt, at Bk Fix ongar ætlanir hevði at loypa framav - teir lógu gott organiseraðir á egnari hálvu. ÍF Føroyar leikararnir høvdu tí gott pláss at spæla bóltin runt á egnari hálvu og á miðjuni. Tað vísti seg tó, at tá ÍF Føroyar liðið kom longur fram á vøllin og royndi at sóknast málinum hjá mótstøðuliðnum, stóðu Bk Fix leikarnir gott í verjuni og vardu væl fyri. Tó kom ÍF Føroyar fram til ein risamøguleika eftir eitt sera gott uppspæl í vinstru síðu, har Mathias kundi leggja bóltin fyri føturnar á Svenn, sum við innarsíðuskoti rakti stongina úr stuttari frástøðu.
Í hálvleikinum blivu menn samdir um, at teir nú skuldu upp í gear um dysturin skuldi vinnast. Mynstrið frá fyrra hálvleiki vísir seg tó longu aftur benanvegin í øðrum hálvleiki. ÍF Føroyar hevur bóltin meginpartin av tíðini og roynir at koma fram til kjansir, uttan at tað blívur heilt vandamikið. Miðskeiðis inni í hálvleikinum fær ein Bk Fix maður gula kortið og skal út um at sita í 10 minuttir. Um hetta fekk ÍF Føroyar leikarnir at sleppa speedaranum er ikki til at siga, men næstu 10 minuttirnir vístu seg at verða sera dýrir fyri liðið. Ímóti øllum logikki eydnaðist tað Bk Fix at skora 2 mál, sum úrslit av sløsi frá ÍF Føroyar liðnum og feildømingum. Fyrsta málið kemur eftir feilavlevering á miðjuni, har ein Bk Fix leikari verður sendur avstað. Helgi er tó fyrstur á bóltinum, men verður í hørðum kampi við Bk Fix leikarin rendur um koll, uttan at dómarin letur ikki við seg koma, og kann Bk Fix leikarin tí ótarnaður seta beina kós móti málinum og skjóta. Í fyrstu atløgu bjargar Beinur í málinum meistarliga, men Bk Fix leikarin er fyrstur á returinum og kann skalla á tvørs til ein frían rangstaddan viðleikara, sum setur bóltin í netið. Ei heldur hesa ferð letur dómarin við seg koma, og gjørdist støðan tí 1-0 til Bk Fix. Løtu seinni verður ein ÍF Føroyar feilavlevering fangað á miðjum vølli, og kann ein Bk Fix leikari fríur renna móti málinum og seta kúluna í kassan til støðunua 2-0. Ímóti dystarenda eydnaðist ÍF Føroyar at minka um munin. Hetta hendi eftir góðum hornasparki úr høgru síðu frá Bárðuri. Hann leggur bóltin hart innfyri, og frammaliga í feltinum er Regin hægstur og fær stúta bóltin ytst við handaru stong. Eftir hetta roynir ÍF Føroyar at trýsta fyri at skora útjavnandi málið. Men løtu seinni brýkslar dómarin fyri síðstu ferð og ÍF Føroyar tapir dystin 2-1.
Komandi sunnudag bresta toppliðini í deildini saman á Kløvermarkini, tá ÍF Føroyar á 2. plássi møtir KB, sum er nýtt oddalið, 3 stig frammanfyri ÍF Føroyar. Hetta er tískil ein sera umráðandi dystur um ÍF Føroyar skal gera sær vónir um at flyta upp í Seriu 1 til næsta kappingarár.
Liðið í dag: Beinur Midjord – Ove Vitalis, Høgni Hansen, Niklas Poulsen, Rólant Waag Dam – Bartal Højgaard, Helgi Justinussen, Regin Thomsen, Jóhan Hendrik Ellefsen – Svenn F. Jacobsen, Mathias Samuelsen
Eyka: Bárður Mittelstein, John Hansen
Dagsins leikari: Regin (6), Niklas (4), Høgni (2), Svenn (2)






