Kvinnan á bonkinum: Fríða Beder
24 ára gamla Fríða Beder setur seg hesuferð á bonkin hjá okkum. Fríða Góð, Beder, Best, sum øll kenna hana, lesur til kandidat í Farmaci, ella apotekara í dagligari talu. Fríða flutti til Danmarkar at lesa á heystið 2007 og várið eftir, var hon at finna á Kløvermarkini. Fríða er argjafrensur og AB var sjálvsagt felagið í Føroyum. Fríða gleðir seg til ársveistluna 12. November, tí tá væntar hon at nógvir fótbóltsgarpar liggja framvið, tí lukkutíð fyri teir, so er Fríða so hamrandi single! Vit takka Fríðu fyri prátið, og ynskja alt tað besta við lesnaðinum og fótbóltinum
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
Uha! Beint nú er tað heilt klárt „ude af træning“, men til aðrar tíðir vildi eg sagt: disiplinerað, hørð og rópandi.
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Hvør svevur átta tímar hvørja nátt?? Tað hevði sjálvandi verið optimalt, men fyri mítt viðkomandi er tað er ógvuliga svingandi, tað kemur alt ann uppá nær eg skal upp.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Same same. Endi alíkavæl altíð við at keypa næstan allar lutaseðlarnar… Fái ikki tikið meg saman til at selja tær..:/
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Ehh… teir eru ikki brúktir í næstan eitt ár, og áðrenn tað..uha, tori eg ikki at siga..minnist tó at teir eru vaskaðir einaferð langt síðani. Tað verður tað næsta eg geri.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Haldi tað hava verið nakrir sera góðir kvinnuligir leikarir gjøgnum ár og dag, ið eg havi leikt við. Men kom at hugsa um Olgu Kristinu Hansen, hon er heilt klárt ein av teimum bestu, og Halltóra Joensen má eisini nevnast.
Besta ÍF Føroyar ball?
Tað var sjálvandi tað ballið, tá ið eg og frk. Herborg tømdu skotini sum stóðu úti á altanini á Bikuben, vit hildu ikki, at vit høvdu fingið nokk heima hjá Kristinu og Andras, høhø..meini tað var í 2008..tá táverðandi venjarin segði tey famøsu orðini um unnustuna ;) Tað ballið vardi tó ikki leingi, men gott var meðan tað stóð á! Annars haldi eg tey flestu ballini eru fantastisk við ÍFF, serliga tey sum Jacoba heldur! Og Kristina ;)
Hvat er ein góður kossur?
Ein franskur, sum er passaliga vátur og innarligur slær vanliga ikki feil. Serliga um hann eisini fær knøini at kitla ;)
Besta minnið av Kløvermarkini?
Haldi at øll mín tíð á Kløvermarkini sum heild hevur verið góð, stuttlig og minnigarrík. Skal tað vera ein dystur sum eg minnist best, so er tað nokk tann vit leiktu móti BK. Pioneren í fjør. Vit vunnu dystin, og tað var tann eini mótleikarin ikki nøgdur við, og tað gekk so út yvir táverandi venjaran sum bleiv álopin, hóast hann ikki hevði gjørt nakað. Eg fari sjálvandi ikki kalla tað tað ”besta” minnið, tað var ikki serliga stuttligt hjá venjarinum, men hóast vit vóru sjokkeraðar, so stuttleikaðu vit okkum óført yvir tað aftaná. Tað fjúsið var nokk eitt av teimum styttstu eg havi sæð ;)
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Haldi at reyvirnar hjá ÌFF kvinnum eru allar tær bestu reyvirnar eg altíð havi sæð ;))
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Tað er altíð okkurt sum kann gerast betri, s.s. færri lutaseðlar, lægri limagjald… færri pengingur, vánaligari útstýr, ongan venjara, færri leikarir, færri góðar løtur á Kløvermarkini, færri genial ball…nei nei nei, handan loysnin ber onki gott við sær, dugi eg at síggja.. :p
Men tað hevði nú verið gott, um vit funnu onkran genialan máta at savna pening uppá, so limagjaldið ikki verður enn hægri og vit ikki verða noydd at selja enn fleiri lutaseðlar..hava onkrar kappingar, fleiri dansir ella okkurt tílíkt.
Hvønn spurning skulu vit spyrja næsta leikara á bonkinum?
Til títt egna polterabend; strippara ella ei?






