Maðurin á bonkinum: Jógvan Ósá
Hesuferð setur fingrafimi guitarsnillingurin úr Klaksvíkini seg á bonkin at svara argandi spurningum. Jógvan Ósá er navnið, men millum vinnmenn gongur hann undir heitinum Ósarin, um tað er tí at hann er lívsnjótari, skal ikki vera gitt um her, men tað er vist. at har Jógvan er, er gott lag. Ósarin er 26 ára gamal og lesur til byggifrøðing. Hann flutti til Danmarkar á heystið 2009 og um sama mundi byrjaði fótbóltskarrieran á Kløvermarkini. Jógvan sigur seg vera so MalanDi single, so tær, ið tora, kunnu liggja framvið hjá sjarmørinum úr fiskibýnum. Vit takka Jógvani fyri prátið og ynskja honum blíðan byr.
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
gevi aldrin upp.
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Nei, tað er sjálvdan eg sovi 8 tímar, mær dámar for væl at sita leingi uppi um kvøldarnar, men um eg ikki skal møta for tíðliga í skúla, fái eg kanska 8 tímar viðhvørt.
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Heilt klárt hægri limagjald, mær dámar ikki at selja lutaseðlar, eri ikki tann góði sølumaðurin, sum eg helt meg vera hehe… Men sum so nógv onnur halda, burdi tað verið okkurt annað at gjørt enn at selja lutaseðlar, sum f.eks. fleiri dansitiltøk o.a.
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Eg vaskaði skinnarnar fyri uml. 3 vikum síðani. Teir fáa ein túr í vaskimaskinuna, tá tað byrjar at lugta av fótasveitta í mínari íbúð, tað plagar at vera ca. 5-6 vikur ímillum.
Besti leikari tú hevur leikt við?
Hmm.. tað eru nógvir góðir leikarar eg havi leikt saman við, men skal man velja ein bestemtan burturúr, so er tað nokk Allan Joensen úr Kí, hann er ein ótrúligur bóltspælari og hevur alt tað, ið ein centralur miðvallaleikari skal hava.
Besta ÍF Føroyar ball?
Tað besta ÍF Føroyar ballið eg havi verið til, er nokk tað fyrsta “Summar ShakeDown” tað var í 2010 haldi eg. Veðrið var av tí allar besta, og øll vóru í góðum lag. (annars so hava øll ballini higartil verið góð).
Hvat er ein góður kossur?
Ein góðir kossur er ein langur og vátur kossur, ið ger at man blívur bleytur í knøðunum, og tað følist sum at man fær veingir og fer á flog ;)
Besta minnið av Kløvermarkini?
Havi haft nógvar góðar løtur á Kløvermarkini, men eitt nokkso “stuttligt” minni var til tann eina dystin, tá møtti ein spælari upp kl 8:45 direkta frá Skarv. Vit vóru nakrir, sum flentu eftir honum, millum annað søgdu vit, at hann bleiv 100 % settur á bonkin, men tá venjarin setti liðið var hesin persónurin liðskipari, og Steffan Kalsø bleiv settur á bonkin. (Hann var tann einasti, sum ikki hevði verið í býnum kvøldið fyri)
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Har eru nógvir um boðið, men tað er nokk tveir sum eg hugsi mest um, tá man skal tosar um góða reyv, tað er Mathias Samuelsen og Steffan Kalsø, har er ringt at skilja í millum teir, so eg haldi at eg lati teir báðar fáa tann heiðurin.
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Eg vil fyrst siga at nevndin og venjarar gera eitt megnar arbeiði fyri felagið og tað skulu teir hava stóra tøkk fyri… men hvat skal gerast betri? Hmm tað hevði verið super, um vit spældu meira á kunstgrasvøllinum, og at dystirnar vóru fríggjadag ella leygardag. (ella bara helst ikki sunnumorgun, sum tað oftast eru nú!).
Fríða Beder spyr: Strippara til títt egna polterabend?
Ja, sjálvandi skal eg hava ein strippara til mín polterabend! Hevði verið skuffaður um tað ikki var ;)
Hvønn spurning skulu vit spyrja næsta leikara á bonkinum?
Javnstøðu? Skulu fólk dømast út frá, hvat tey hava ímillum beinini, ella tað tey hava ímillum oyruni?






