Fýrakanturin revsaður
ÍF Føroyar – Firkanten: 1-0(0-0)
Tað var fitt av vindið og ikki sørt køli tá okkara menn tóku ímóti Fýrakantinum. Vindurin lá oman eftir vøllinum og tí vóru hálvleikirnir báir sera ólíkir.
Í fyrra hálvleiki sótu okkara menn á størsta partinum, av tí ið hendi og Rasmus og Jákup í miðverjuni høvdu meir at hugsa um, við at leggja avleveringar, enn at verja. Fýrakanturin legði trýsti langt afturi á vøllinum og tað gav okkara monnum góða tíð at spæla, men samstundis var trongligt tá allir mans uttan Trygvi vóru á teirra hálvu. Størsta kjansin átti Jóhan tá hann eftir 3 minuttir tók ein longri solotúr inn í vøllin og resolut smekkaði bóltin á nærmaru stong. Ikki eydnaðist at fáa hol á í fyrru hálvu, men menn vóru við gott mót í hálvleikinum og tað skuldi vísa seg at geva úrslit.
Seinni hálvleikur var 7 minuttir gamal tá innskiftið Jósup pressaði høgt uppi og tætt við hornaflaggið fangaði hann bóltin av einum verjuleikara, ið var heldur óansin. Jósup sendi bóltin til Steffan, ið eftir eitt sindur av driblaríði fekk lagt hann fyri føturnar á einum blankafríum liðskipara og Pætur sveik ikki og bólturin var trolaður. Nú broytti dysturin karakter og Fýrakanturin kom úr síni kvadratrót og valdi at gagnnýta meira av krossskipanini. Eftir X-ásanum, við vindi í rygginum, komu teir strúkandi og tað skapti ótryggleika hjá okkara monnum, ið høvdu havt lætt spæl teir fyrstu 55 minuttirnar. Tó so, at Fýrakanturin ofta bleiv spískur og farligur, so megnaði hann ongantíð at seta rundingin í fýrakantin… (Ja ok, so bleiv eisini for stuttligt, det’ en ommer Andras).
Tvey gul kort vóru á loftið til okkara menn í seinna hálvleiki og samstundis sum spælið gjørdist nakað rótut og præga av nervøsiteti, slap Fýrakanturin innaftur í dystin. Teir megnaðu at spæla seg til góðar kjansir, men tað ið verjan ikki megnaði, kláraði Trygvi at verja fyri, soleiðis at sigurin kom í hús. Trý arbeiðsstig komu á kontuna og nú fýra dystir eru eftir til vetrarsteðgin, liggja okkara menn á 2. plássið við 20 stigum.
Jóhan gjørdist dagsins leikari annan dyst á rað og honum á bakið kom Trygvi. Jákup ognaði sær triðja plássið.
Næsti dystur verður sunnudagin í Ryparkini kl. 13.30 ímóti Nørrebro United
Máli:
1-0 Pætur 52. min.
Liðið: Trygvi – Ovi, Rasmus, Jákup, Jóhan – Páll, Emil, Niels, Hanus – Steffan, Pætur(liðsk.)
Eyka: Jósup, Rani, Magni






