3. lið: Uppflytingin nærkast!
Dragør Bk – ÍF Føroyar 1-5 (0-4)
Sunnumorgunin skuldi 3. lið út á Dragør at leika oddadyst. Undan dystinum noyddist Eyðun at geva avboð, so Janus fekk skundboð og møtti stutt eftir dystarbyrjan. Eisini hesa ferð náddi málverjin fram beint áðrenn dystarbyrjan, ímeðan ein triði maður ikki møtti upp. Sostatt vóru tveir mans á beinkinum.
Byrjanaruppstillingin var hendan: Sjúrður – Ove, Sámal, Jákup, Ásbjørn – Bergur, Helgi, Regin, Oddur – Per, Ovi.
Á beinkinum: Ólavur og Sveinur.
Tað merktist als ikki, at menn høvdu hátíðarhildið 40-ára dagin hjá Oyrasundskollegiinum dagin fyri! Vit byrjaðu sum eitt óløgi, og rutineraðu menninir hjá Dragør fingu als ikki fótin fyri seg. Eftir trimum minuttum sendi Per úr høgru eina flata avlevering ímillum báðar miðverjar teirra, har Ovi hevði plaserað seg. Hann tók bóltin eitt vet nærri málinum, men yvirplaseraði bóltin beint við síðuna av. Stutt eftir spældu Ove, Bergur og Ovi væl ímillum sín á høgra borði. Síðani bleiv spælt longur upp til Per, ið legði eina avlevering inn um verjuna út á vinstru síðu. Oddur var fyrstur á bóltinum, trekti nærri at málinum, men ov spískt varð til at skjóta, og tí valdi hann at spæla bóltin víðari til Regin mitt fyri, sum setti bóltin trygt í netið. Eitt sera væl gjøgnumspælt álop. Tá hálvleikurin var umleið hálvrunnin, rak Ásbjørn við bóltinum úr vinstru fram eftir vøllinum. Hann kom nærri og nærri at málinum. Dragør leikararnir tordu ikki at fara ímóti, tí nógvir av okkara monnum vóru í feltinum. Stutt uttan fyri 16-meturin til vinstru hevði Ásbjørn fleiri møguleikar at spæla bóltin, men hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta bóltin lágt og hart inn um strikuna við nærmastu stong. Tað triðja málið minti nógv um tað fyrsta. Eftir gott uppspæl úr høgru spældi Ovi við uttaru síðuni av fótinum bóltin til Per, ið rann frá einum tungum verjuleikara. Púra fríður frammanfyri útstormandi málmanninum spældi Per bóltin víðari til Oddur, ið setti síðsta fótin á. Tíggju minuttir til hálvleiks kom álopssinnaði Ove rekandi við bóltinum í høgru síðu. Hann legði eitt innlegg til Per, sum mitt fyri úr 20 metra fjarstøðu tamdi bóltin við vinstra og skeyt við høgra. Bólturin ferðaðist dygst út til vinstru, fram við málmannin og í kassan. Meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, ið helst var okkara besti í ár.
Seinni hálvleikur var ikki líka hendingaríkur. Vit høvdu nakrar kjansir av og á. Tann størsta hevði Ovi, ið eftir frálíkt innlegg frá navnabróðrinum skallaði bóltin fram við málið úr tveir metra fjarstøðu. Seinni var bólturin aftur spældur til Ova úr okkara brotssteigi. Ovi stóð frammanfyri miðjuna og var harvið offside. Allir verjuleikararnir hjá Dragør steðgaðu upp. Men Ovi fór ikki eftir bóltinum, ímeðan Per, ið var aftanfyri miðjuna, rann eftir bóltinum. Per hevði sæð Bergur koma rennandi í vinstru síðu. Komin inn um 16-meturin, kom málverjin út ímóti. Per kundi, í hesum føri, valt tí løttu loysnina og sett bóltin í málið sjálvur. Men aftur hesa ferð var hann ósjálvsøkin og spældi bóltin yvirum til Berg, ið bert skuldi seta fótin á. Hóast tómt mál, rakti Bergur ikki veruliga bóltin. Ístaðin endar bólturin umleið fimm metrar frá stongini og er líka við at fara út til málspark. Um hetta mundið vóru tveir verjuleikarar komnir aftur. Bergur fekk tó fótin á bóltin, beint áðrenn hann fór út um strikuna, og sparkaði hann innfyri. Ein Dragør-leikar snittaði bóltin, so hann endaði í málinum. Óvist er, um tað var eitt skot ella eitt innlegg, men bólturin hevði so ikki farið í mál um Dragørleikarin ikki hevði nomið við bóltin. Bergur kravdi at blíva tilskrivaður sum málskjútti, men ein regla viðvíkjandi sjálvmál ljóðar soleiðis:
It is also classed as an own goal if a player redirects
an opponent’s shot, cross or pass – which is going wide
of the target – into the net.
Hatta var søgan um “ársins avbrennara”, ið bleiv broyttur til “ársins hepnasta mál” ;).
Tað sá nú út til, at vit fóru at halda nullið fyri fimtu ferð á rað, men stutt undan dystarlok eydnaðist tað Dragør at fáa eitt mál. Eitt forkølað langskot endaði í málinum, tí Sjúrður var óheppin og gleið, beint áðrenn hann skuldi blaka seg.
6. sigurin á rað ber við sær, at vit nú eru eitt stig aftanfyri nr. 1, sum vit møta í næstu viku, og fýra stig frammanfyri nr. 3. Klára vit at halda okkum har, sum vit liggja nú, flyta vit upp. Men tað skal eingin ivi verða um, at vit fara eftir 1.plássinum!
Málskjúttar:
0-1 Oddur
0-2 Ásbjørn
0-3 Regin
0-4 Perinho
0-5 ”Bergur”
1-5 Dragør
Dagsins leikarar: Perinho 7, Ásbjørn 3, Regin 2, Oddur 1.






