Kvinnan á bonkinum: Bára Berg Danielsen
23 ára gamla Bára Berg Danielsen setur seg á bonkin hesuferð og svarar argandi spurningum frá redaktiónini. Bára er Skála dama og hevur hildið til á Kløvermarkini síðan februar 2010, eftir at hon flutti til Danmarkar í 2009, fyri at lesa til ljósmóðir. Venindurnar kalla hana bara Brosandi Bára ella Elite-Smiley, vegna hennara altíð lætta lyndið. Brosandi Bára hevur við egnum orðum “mange års erfaring við Hanus Eliasen”, so har nyttar onki at fara, hjá øllum ungkarlunum í skiftirúm 25. Vit takka Báru fyri prátið.
Lýs teg sum fótbóltsspælara við 3 orðum:
altíð gott mót :)
Svevur tú 8 tímar hvørja nátt?
Eg eri tíverri ein av teimum, sum hevur brúk fyri eini 10 tímum fyri at fungera, so eg royni sum oftast at fáa 8 tímar av svøvni
Fleiri lutaseðlar ella hægri limagjald?
Kann tað ikki bara vera sum tað er nú ? :)
Nær vaskaði tú skinnarnar seinast?
Í okkara íbúð eru mínir skinnarar teir “reinu” í mun til dreingjaskinnarnar, so eg “gloymi” at teir trongja til vask
Besti leikari tú hevur leikt við?
Tvillingarnir Fríðrun og Oddrún av Strondum eru ótrúliga góðar!
Besta ÍF Føroyar ball?
Tey hava øll verið skide skeg – og eg vænti at komandi ball verður enn og stuttligari!
Hvat er ein góður kossur?
Hanus dugir so væl at gera tantumussar, so teir plaga at vera góðir ;)
Besta minnið av Kløvermarkini?
Har eru so nógv góð minnir! Tá vit vunnu ímóti liðnum omanfyri okkum síðsta kappingarár – og harvið endaðu sum nummar 1. Tað helt eg vera skeg :)
Hvør hevur best reyv á liðnum hjá tær?
Har eru allar so fastar og flottar, men eg hugsi, at rumpan hjá Barbaru má vera ein av orsøkunum til, at hon rennur so skjótt!
Hvat kundi verði betri í ÍF Føroyum?
Eg haldi tit gera eitt gott arbeiði. Vónandi hjálpa tey okkum við at fáa ein eins motiverandi venjara, sum vit hava havt nú.
Fríða Beder spyr: Strippara til títt egna polterabend?
JAA sjálvandi! Onki polterabend uttan okkurt sovrit tvass;)
Jógvan Ósá spyr: Javnstøðu? Skulu fólk dømast út frá, hvat tey hava ímillum beinini, ella tað tey hava ímillum oyruni?
Eg skilji ikki spurningin.. er hatta okkurt fúlt hann meinar við...? Tvætl, sjálvandi skal tað millum oyrini koma framum, hvat fyri kyn ein er. Men tað hevði ikki verið verri, um tað vóru fleri kvinnur í til dømis politikki. Serliga í Føroyum, har tað kann vera ein tendensur til at hava eina í so konservativa hugsan tí viðvíkjandi.
Hvønn spurning skulu vit spyrja næsta leikara á bonkinum?
Hvør skal upp á borðið at syngja fyri til minst ein sang til íF Føroyar ballið?






