So vóru vit loksins á ovastu rók
Bk. Viktoria – ÍF Føroyar: 0-3(0-1)
Tað var vetrarsól, døggvátur vøllur og umstøðurnar til fótbólt vóru framúr. Dysturin var nakað væl fyrr enn hinir dystirnir hava verði, men hetta tóktiskt ikki nerva avrikið hjá okkara monnum.
Dysturin var ikki gamal, tá okkara menn løgdu seg framm um. Hóast frásøgumaðurin var farin at gera burturav sær, so var honum fortalt at hetta var ein perla. Hanus fekk inkast frá Rana úr vinstru og legði ein góða avlevering inn til Páll, ið var eirindaleysur og plúkkaði bóltin upp í nærmaru samankoming. Eftir hetta vóru okkara menn spælstýrandi og komu eisini til góðar kjansir. Viktoria legði høgt press, men hon var so eiðasør og henni eydnaåist aldrin at spæla seg til tað stóra, eiðheldur at stríða seg til tess.
Hálvleikurin var óvanliga friðarligur og menn fóru bara aftur á vøllin at gera tað sama, sum í fyrra, at leita eftir málinum til at sløkkja dystin. Og tað gingu bert seks minuttir til tað kom. Emil tók horna stutt til Jóhan, fekk bóltin aftur, spældi 1-2 við Rók, snúði sær framvið fyrsta manninum, hótti við vinstrabeininum, sneiddi so annan mannin av áðrenn hann gjørdi álvara av hóttanini og sendi bóltin at renna. Málverjin royndi tað, ið hann hevði lært, men skotið var ov hart, ov nær stongini og ov tætt við yvirleggjarin og so var tað 2-0. Eftir hetta dovnaði spæli eitt sindur, men okkara menn høvdu nógvar nærvið og næstan fríspælingar og onkur kjansur spurdist eisini burturúr.
Um miðjan seinna hálvleik fór Rói til stroks oman høgra borð. Snýtti vinstrabakkin og legði bóltin fyri Jósup, ið prikaði bóltin víðari til Emil. Emil bleiv taklaður í fyrstu atløgu, men í aðru var eydnan við honum og sigurin var nú staðfestur við sjey tumma naglum.
Dragør, ið undan 12. Umfari var oddalið, snávaði á útivølli ímóti BK. Fix. Soleiðs kundu okkara menn toga seg uppá fyrsta plássið við einum betri málmuni.
Málið varð enn einaferð hildi reint dystin á tamb og nú eru heilu 480 minuttir síðan mál kom í móti, í opnum spælið. Næsti og síðsti dystur á árinum, verður leiktur ímóti BK. Fix leygardagin kl. 15 á Kløvermarkini.
Emilio bleiv dagsins leikari og honum á baki kom Jóhan.
Málini:
0-1 Páll 4. min
0-2 Emil 51. min
0-3 Emil 72. min
Liðið í dag: Heini – Bárður, Rasmus, Jákup, Rani – Páll, Emil(liðsk.), Jóhan, Hanus – Rókur, Steffan
Eyka: Rói, Magni, Jósup






