Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Okkara letur enn einaferð øl til ÍF Føroyar tiltak

Okkara Bryggjarí, ið eisini var partur av veitsluni eftir vinardystin ímóti B36, hevur enn einaferð valt at takað lut í ÍF Føroyar arbeiðnum. Okkara er nýstovna bryggjarí og Velbastaður, har gamla eggvirki fyrr lá, er heimstaður. Um Ólavsøkumundi var tað Okkara Ólavur, ið er ein løtt og fríkslig IPA øl, ið var sesongølin. Nú vit førka okkum ímóti jótíðum er tað sjálvandi Okkara Jól á dagsskránni, ið er ein vælkrydra Red Ale. Okkara Jól fer allarhelst at gera lambskjøtið enn betri.

Petur Petersen er sølustjóri á Okkara og er tað hann, ið er maðurin aftanfyri stuðulsavtaluna við ÍF Føroyar.

ÍF Føroyar takkar fyri stuðulin og vit gleða okkum til Okkara kvøld.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution