Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Óvæntaður venjingardystur stakk seg upp í kuldanum

Í herviliga kuldanum, hevði mótstøðuliðið hjá B93 valt at drekka cacao og sita heima undir teppinum og so stóð okkara monnum í boðið at leika fótbólt í 9 kuldastigum. Klokkan 14 komu boðini og tríggjar tímar seinni høvdu 15 mans melda seg klárar. Hóast veðurlíkindini so var tað ein góður venjingardystur við høgum tempo og við nógvum góðum aktiónum frá okkara monnum. B93, ið leikar eina deild hægri enn okkara mans, legði seg á odda bæði 1 og 2-0, men okkara fullu ikki í fátt. Rókur hevði bóltin í málinum, men bleivkolldømdur og Rói segðist verða feldur í brotsteignum, men dómarin metti tað verða uttanfyri brotsteigin. Stríði gav tó úrslit og var tað Rói, ið hevði síðsta fót á og minkaði til 2-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Komandi dystur er komandi vikuskiftið ímóti KFB á Kløvermarkini.

Teir ið leiktu: Heini, Tórður, Bárður, Ásbjørn, Jóhan, Jákup, Magni, Rói, Hanus, Páll, Rókur, John, Emil, Høgni og Ovi.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution