Tíðindasavn
Powered by mod LCA

2012 við ávísum broytingum

Her nakað av kunning til limir felagsins – og nýggjar limir felagsins – nú 2012 er skotið í gongd. Í fleiri vikur hava menn tuskað runt á Kløvermarkini, og soleiðis verður tað fram til kappingarársenda í heyst.

 

Í ÍF Føroyum eru øll vælkomin. Kvinnur og menn. Einasta treytin – og tað er ein treyt – fyri at venja og spæla dystir við ÍF Føroyum, er at limagjald verður goldið. Limagjaldið er grundarlagið undir felagnum og tí er tað av størsta týdningi, at øll, sum luttaka, rinda limagjald.

Hevur tú ikki vant við felagnum áður, so er bara at møta til venjing mánakvøld klokkan 18.55 ella hóskvøld klokkan 20.20. Har skalt tú boða venjarunum frá, at tú ert nýggjur í felagnum og hevur í hyggju at venja við. Krav eftir limagjaldi kemur seinni.

 

Limagjaldið fyri 2012 er 900 krónur. Hetta er 100 krónur hægri enn í fjør. Nevndin hevur viðgjørt spurningin við limagjaldinum gjølla, men semja var um at hækka limagjaldið var rætta loysnin. Alternativið er gera onnur inntøkufremjandi tiltøk, eitt nú skava og vinn, sum vit áður hava roynt, men hesum ynskja flest leikarar at sleppa undan.

900 krónur ljóðar kanska av nógvum. Men samanborið við onnur fótbóltsfeløg í Keypmannahavn, hevur limagjaldið í ÍF Føroyum lítið upp á seg.

 

Hjá fleiri er 900 krónur ein trivalig upphædd at rinda í einum. Hesum taka vit hædd fyri og møguleiki er tískil at rinda upphæddina í tveimum, 450 krónur fyri hvørt hálvár.

 

Limagjaldið skal flytast á konto hjá ÍF Føroyum í Danske Bank. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

 

Mynd: Janus Ortind

 

Við fótbóltskvøðu

Rólant Waag Dam, virkandi formaður

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution