Nýggjur kvinnuvenjari settur

Tað hendir nógv í og kring felagið í hesum døgum. Á vøllunum fyrireika menn seg til ársins landskapping, men uttanfyri vøllin arbeiðir nevndin eisini av øllum alvi. Longu í vetur tryggjaði nevndin sær, at allir tríggir mansvenjararnir tóku enn eitt tørn við felagnum í 2012, men kvinnuvenjarin Miriam bar seg undan, tí hon ikki hevði stundir vegna lesnaðin, sum kom at krevja ógvuliga nógva tíð.
Síðani hevur verið leitað eftir einum hóskiligum avloysara, og nú kann nevndin so boða frá, at hesin er funnin í Allani Smedemark.
Allan er 26 ára gamal og lesur ítrótt á Københavns Universitet. Hann er TB’ari um ein háls, men hevur eisini spælt við ÍF Føroyar í nøkur ár.
- Vit í nevndini fegnast um, at Allan hevur játtað venja kvinnulið okkara. Hann kennir felagið sum leikari og veit, hvussu ÍF Føroyar virkar. Harnæst lesur hann ítrótt, og kemur soleiðis at samantvinna lesna og áhuga við venjarastarvinum í ÍF Føroyum, ið bara kann verða spennandi, sigur Ingibjørn Johannesen, nevndarlimur í ÍF Føroyum.
Mynd: Ingibjørn Johannesen, nevndarlimur, og Allan Smedemark, nýsettur kvinnuvenjari, taka lógvatak eftir at sáttmálin kom í hús






