Formaðurin hevur skipað nevndina
Farna mánakvøld varð Ingibjørn Johannesen valdur nýggjur formaður í ÍF Føroyum á aðalfundi felagsins. Í gjárkvøldið mannaði hann so, sambært reglugerðini, nevndina, sum kemur at stjórna ÍF Føroyum næstu tíðina.
Umframt Ingibjørn sjálvan er nevndin eisini mannað við Jón Henriksen, Eiriki Hammer, Jákupi Sørensen, Mariu í Brekkunum og Rólanti Waag Dam. Sostatt er ikki stórvegis broyting í nevndini, síðani Petur Niclasen valdi at steðga sum formaður.
Hinvegin er ein lítil broyting í býtinum av nevndarsessum. Samtykt varð, at felagið skal hava ein næstformann – og her var semja um, at fyrsti næstformaðurin hjá ÍF Føroyum verður Rólant.
Annars er nevndin skipað soleiðis:
Ingibjørn Johannesen: Formaður og ábyrgdarpersónur fyri stuðlunum
Rólant Waag Dam: Varaformaður og ábyrgdarpersónur av PR.
Jón Henriksen: Kassameistari og ábyrgdarpersónur av limagjøldum leikaraloyvum
Maria í Brekkunum: Skrivari.
Jákup Sørensen: Ábyrgdarpersónur av útgerð felagsins.
Eirik Hammer: Ábyrgdarpersónur av heimasíðuni.
Mynd: Ingibjørn Johannesen, nýggi formaðurin hjá ÍF Føroyum, eftir dyst á Kløvermarkini í fjør (Mynd: Rólant Waag Dam)






