Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Avlýsing førdi til innanhýsis dyst

1. lið skuldi spæla venjingardyst sunnudagin, men kvøldið fyri avlýsti Sundby. Andras Kjartansson Thomassen er altíð góður í ráðum, boðsendi nøkrum knassum aftrat og skipaði fyri innanhýsis venjingardysti.

 

Annað liðið var mannað soleiðis:

Brian Hansen – Jóhan V. Gunnarsson, Ovi Brim, Kaj Ennigarð, Rani D. Christiansen – Hanus Eliasen, Emil Nolsøe Leivsson, Bárður Danielsen, Páll Mohr Joensen – Jósup Henriksen og Johan Ellingsgaard.

 

Hitt liðið var mannað soleiðis:

Trygvi Askham – Pætur Jørgensen, Bjarni Justinussen, Jákup Olsen, Jóhannus Mikkelsen – Rói Jacobsen, Tórður Lervig, Magni Høgnsen, Jóhan Hendrik Ellefsen – Hansmar Poulsen og Jóhan Petur Holm.

Eykaleikari: Høgni Hansen.

 

Tað var liðið við Briani Hansen í mál, sum stýrdi dystinum, meðan hitt liðið rann aftaná og annars royndi at kontra, tá møguleiki var fyri tí. Eitt mál kom í hvørjum hálvleiki. Jósup gjørdi tað fyrra beint fyri steðgin, og Johan tað seinna miðskeiðis í seinna hálvleiki. Páll og Jósup høvdu eisini møguleikan at skora, meðan Rói hevði tvær royndir fyri hitt liðið, uttan at nakað spurdist burtur úr hesum. Sostatt endaði innanhýsis venjingardysturin 2-0.

 

Mynd: Tórður Lervig er ein av nýggju monnunum í felagnum, sum royndi seg í dysti sunnudagin (Mynd: Rólant Waag Dam)

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution