Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Fyrsti dystur endaði við sigrið

Hanus gjørdi tvey mál og gjørdist dagsins leikari VLI-ÍF Føroyar:1-3(0-1)

Tað var fitt av vindið, tá 1. Liðið leikti móti VLI á Frederiksberg. Hetta darvaði tó ikki góða fótbóltsspælinum og ongantíð var sigurin í vanda.

Nógv avboð vóru og tískil stóð øðrum í boðið at traðka til. Ein av teimum var Jóhannus Mikkelsen av Skála, ið leikti sín fyrsta dyst fyri felagið og Magni Thomsen vardi málið eftir 4 árs pausu. Okkara menn vístu seg tíðliga at vera við yvirlutan, men megnaðu ikki av alvor at hótta í nógva vindinum. Eftir eitt korter tók Jóhan sakina í egnar hendur og í besta Stig Eltør stílið kryssaði hann einar seks mans av, legði bóltin fyri føturnar á Hanusi í plaffaði bóltin í handara tríkant. Nógvir kjansir vóru og Páll rysti tær góðu avleveringarnar úr gamasjubuksunum eina fyri og aðra eftir, men fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.

Seinni hálvleikur var nógv líkur fyrra, tó at okkara menn nú høvdu vindin í ryggin. Nógvur kjansir fullu í okkara lut og bæði Jósup og Jóhan raktu træverkið. Málið til 0-2 syrgdi Rói fyri, eftir at Páll sendi hann leysan móti málverjanum við góðari avlevering og Rói sveik ikki, men smekkaði bóltin inn eftir jørð uttan kjans fyri málverjan. VLI megnaði at minka um munin 15 minuttir fyri leiklok, men hetta nervaði ikki okkara menn og stutt fyri leiklok trekti Magni Høgnesen niðan í høgru síðu spældi til Hanus í tók eina nerting fyri at snýta verjuleikaran og síðan knalla bóltin flatt í nærmaru stong til endaliga úrslitið 1-3.

Hanus gjørdist dagsins leikari við einum góðum innsatsi í álopinum og við tveimum málum. Honum á bakið kom Páll.

 

Málini:

0-1 Hanus, 16. min.

0-2 Rói, 60. min.

1-2 VLI 73. min.

1-3 Hanus 82. min.

 

Næsti dystur verður 2. Páskadag kl. 10.00 á Kløvermarkini ímóti KFB

 

Liðið í dag: Magni T – Magni H, Bárður, Ovi, Johannus – Rói, Emil, Jóhan, Páll – Jósup, Hanus

Eyka: Helgi, Jóhan Petur

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution