Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Kvinnurnar byrjaðar væl og fara á gras

Eftir at hava vant í nakrar vikur á graslíki, fara kvinnurnar nú út á ein av mongu grasvøllunum á Kløvermarkini at venja. Hetta boðar Allan Smedemark, venjari frá í dag. Hann varð í vetur kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá kvinnunum og letur ógvuliga væl at fyrstu tíðini í venjarasessinum.

– Higartil hava eini 17-18 kvinnur verið og vant tilsamans. Tá ið uppmøtingin hevur verið best, hava tað verið 12 kvinnur, fortelur Allan Smedemark.

 

Kvinnurnar hava eisini spælt tveir venjingardystir. Báðir spældu í móti ØKF. Tann fyrri endaði við teprum 2-1 tapi, meðan tann seinni endaði 5-1 til ØKF.

– Fyrra dystin vóru vit væl mannaðar. Hálvleiksstøðan var 2-1, men eftir at vit høvdu tosað saman í steðginum og gjørt nakrar broytingar, so riggaði tað heilt væl. Seinna dystin høvdu vit ongar útskiftarar og fingu skaðar og aðrar trupulleikar at dragast við, tí gekk tað sum tað gekk. Men fáa vit tað at rigga, sum tað gjørdi í seinna hálvleiki til fyrra dystin, so sær tað gott út hjá okkum, sigur Allan Smedemark, ið er ógvuliga spentur upp á at fara undir kappingarárið, sum byrjar 11. apríl.

 

Kappingarársbyrjanin verður á heimavølli, mikudagin í aðru viku, tá Husum BK vitjar klokkan 18.00.

 

Annars venja kvinnurnar framyvir mánadag og mikudag klokkan 18.00 - 19.30.

 

Mynd: Allan Smedemark er bara væl nøgdur við byrjanina hjá kvinnunum

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution