Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Stríðssigur í fyrsta dystinum á grasið.

ÍF Føroyar – Sundby BK: 1-0(0-0)

Eftir tríggjar mánaðar á graslíki, leiktu okkara menn fyri fyrstuferð í ár á grasinum á Kløvermarkini. Ein rótutur dystur, ið kundi fari báar vegir.

Hóast veðri var av tí best og vøllurin góður, so sást at menn skuldu venja seg við undirlagið og tískil var ikki talan um flott fótbóltsspæl hóast okkara menn til tíðir ´vistu heilt góðar taktir.

Okkara menn høvdu bóltin størsta partin av fyrra hálvleiki og spældu seg eisini til nakrar heilt góðar møguleikar. Jósup var nærmastur tá hann bleiv sendur móti málinum, men Sundby málverjin stórbjargaði. Tó var tað Sundby, ið hevði størsta møguleikan tá okkara menn ikki fingu rudda vekk. Fyrsta skotið vardi Trygvi fyri, annað skotið small á stongina og í triðju atløgu setti Rani høvdi á bóltin á málstrikuni og á yvirleggjaran og út og held og dugni vildi tað so at bólturin ikki fór innum strikuna.

Seinni hálvleikur var nógv líkur fyrra og okkara stríddust við at lirka Sundby verjuna sundur, meðan Sundby hótti  einkultar ferðir og næstan bert uppá deyðbóltar.  Enn einaferð bjargaðu okkara á málstrikuni, tá Johan stútaðaði bóltin av vandaleið. Langt um leingi eydnaðist okkara monnum at fáa tað einasta málið, ið kom, tá Rói bleiv sendur av stað. Rói og Hanus komu í hornatøkur við tveir verjuleikarar og hegnisliga fekk Rói prika bóltin yvir um til Páll, ið ótarnaður kundi seta bóltin í netið, til stóra frøði fyri ÍF Føroyar fjepparnar.

Næsti dystur verður longu týsdagin kl. 17.45 á Kløvermarkini ímóti Sunred Beach í steypakappingini.

Páll gjørdist dagsins leikari og honum í hølinum komu Jóhan og Emil.

Liðið í dag: Trygvi – Bárður, Ovi, Jákup, Rani – Rói, Emil(liðsk.), Jóhan G, Páll – Hanus, Rói

Eyka: Johan E, John, Magni.

 

Mál:

1-0 Páll 82 min.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution