Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Spennandi steypadystur fyri framman

Týsdagin 16.apríl skal besta manslið okkara spæla ársins fyrsta steypadyst. Mótstøðuliðið eitur nakað so eksotiskt sum Sunred Beach og er úr Solrød, og spælir dagliga í Seriu 3. Við øðrum orðum burdi talan verið um ein dyst, har okkara mans enda omaná, men her tað verður neyvan nøkur løtt uppgáva. Sunred Beach er eitt rættiliga nýtt lið, sum hevur spælt seg upp gjøgnum deildirnar innanfyri stutta tíð og skulu tí takast í álvara, heldur venjarin Andras Kjartansson Thomassen á.

 

- Steypaævintýrið í fjør var sera spennandi og kulmineraði við einum branndysti í Valby Idrætspark, so man skal vænta sær nakrar tendraðar leikarar, ið ætla sær á eina minst líka spennandi ferð, sum ta í fjør. Mótstøðuliðið er tó væl betri enn tað, ið talvan sigur og tískil skal tann neyðuga virðingin fyri mótstøðuliðnum vera til staðar, um tað skal gerast til ein sigur, sigur Andras.

 

Dysturin móti Sunred Beach verður á Kløvermarkini  og byrjar klokkan 17.45.

 

Mynd: Andras Kjartansson Thomassen, venjari hjá 1. liði (Mynd: Rólant Waag Dam)

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution