Teir næstbestu sigraðu stórt
2. liðið mótti Sundby BK á útivølli í hinum endanum av heimliga Kløvermarkinum. Dysturin byrjaði róliga. Men eftir eitt korter var nýliga innskifti Mattias ”Inzaghi” Samuelsen á rætta staðnum eftir at bólturin bleiv lyftur uppum verjuna. Mattias legði hegnisliga bóltin í netið. Løtu seinni var 2 – 0, tá ið Bergur Midjord gjørdist leysur aftan fyri verjuna hjá Sundby BK, sum allan dystin lá óvanliga høgt á vøllinum. 3 – 0 málskjúttin var aftur Mattias, eftir gott uppspæl for afturi úr verjuni. Tað endaði við at Jóhan Hendrik legði eitt satt ”Antonio Valencia-innlegg” í feltið, sum Mattias setti í netið.
Hálvleikur, og okkara menn vóru vælnøgdir. Í byrjanini av seinna hálvleiki var spælið eitt sindur fjálturstungið, og Sundby hevði bóltin meira. Men 3 skjótt mál av Pætur, Jóhan Hendrik og Tórði druppu dystin. Liðskiparin hjá Sundby hevði fingið nóg mikið av tí føroyska ódnarveðrinum og skræddi liðskiparibandið av sær. ”Sæt mig af holdet”, vóru orðini á veg út av vøllinum. Seinasta málið hjá ÍF Føroyum skoraði Pætur Jørgensen.

Myndarøð frá málinum hjá Bergi
Dagsins Ovi fór til undirritaða, tá ið eg, eftir eitt annars frálíkt!!! inngrebb í feltinum, totalt nossaði í tí, tá ið ið eg skuldi seta bóltin í gongd. Ætlanin var at kasta bóltin út til ein altráan Jóhan Hendrik í vinstu, men ein Sundby leikari støkk fram burtur úr ongum. Hetta var so mikið ørkymlandi, at eg misti bóltin og tók hann aftur fyri føturnar á einum Sundby leikara, sum sparkaði meg á kjálkabeinið í royndini at vinna leysa bóltin. Óbeinleiðis fríspark til Sundby 10 metrar frá málinum. Tíbetur fór skotið uppum!

Samanumtikið eitt sera gott úrslit móti einum nokkso vánaligum liðið. Liðið hjá okkum spældi væl og megnaði at halda nullið annan dystin á rað. Tórður ”through-ball” Lervig serveraði sukurbóltar innum høgu verjuna. Mattias lá allan dystin á tamb á markinum til off-side (sum oftast innanfyri off-side markið!) og stressaði verjuna hjá Sundby. John ”lawn-mover” Hansen bossaði runt á miðjuni. Jákup ”big-head” Sørensen vann allr luftbóltarnar! Nógvir aðrir kundu verið nevndir, men ongin er gloymdur.
Tórður Lervig gjørdist dagsins leikari við átta atkvøðum.

Málskjúttarnir frá vinstru: Tórður Lervig, Bergur Midjord, Pætur Jørgensen, Mattias Samuelsen og Jóhan Hendrik Ellefsen
Liðið: Heini Kristiansen: Ove Vitalis, Jákup Sørensen, Bjarni Justinussen, Jóhannus Mikkelsen – Pætur Jørgensen, John Hansen, Tórður Lervig, Jóhan Hendrik Ellefsen – Bergur Midjord, Rólant Waag Dam
Eyka: Mattias Samuelsen, Oddur Mohr Jakobsen
Myndir: Rólant Waag Dam






