Berlin múrurin fall á Kløvermarkini.
ÍF Føroyar – Østerbro IF: 2-0(0-0)
Tað var eitt sera verjukent Østerbro lið, ið trein inná Kløvermarkina og dysturin gekk fyri tað mesta fyri seg á hálvuni hjá gestunum, men leingi gekk áðrenn mál kom.
Fyrri hálvleikur var ikki ríkur í málkjansum, men tað vóru okkara menn, ið vóru greitt omaná. Østerbro var bert komi eftir eina stignum og tað sást sum sagt, við at teir gjørdu mangarð runt um 16 meturin og hopaðu uppá at okkara menn ikki megnaðu at bróta niður múrin av reyðum monnnum. Størsta kjansin í fyrra hálvleiki hevði Jósup, men ein meistarlig bjarging forðaði fyri málinum. Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra, men okkara menn byrjaðu tó at hótta av álvara. Tá 20 minuttir restaðu í bleiv Rasmus sendir avstað í høgra borð, hann fann Magna, ið ikki megnaði at fáa skot á, men bólturin stakk út til Páll, ið lammaði bóltin í netið til 1-0. Eitt forloysandi mál, ið reelt avgjørdi dystin. Tá ein Østerbro leikari stutt eftir sá gula kortið og noyddist út í 10 minuttir, so var lættari spæl og Rasmus megnaði at sláa sigurin fastan 7 minuttir fyri leiklok. 3 væl uppiborin stig eftir einstríðsinnsats vóru veruleiki.
Bárður gjørdist dagsins leikari og honum á bakið komu Páll og Jóhan.
Komandi dystur verður á Rødovre stadion, ímóti Rødovre fríggjamorgunin kl. 10
Málini:
1-0 Páll 69. min.
2-0 Rasmus 83. min.
Liðið í dag: Trygvi – Bárður, Ovi, Jákup, Johan E – Páll, Emil, Jóhan G, Rói – Jósup, Hanus. Eyka: Rasmus, Magni, Rani.






