Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Der er også en dag i morgen

Dragør – ÍF Føroyar: 4-2(0-1)

Tað var lýtt í veðrinum, hevði hug at sirma eitt sindur og kvøldarsólin kastaði seinastu strálurnar. Umstøðurnar til fótbólt vóru av teimum allarfagrastu í Dragør og ikki minst vóru tvey tey nógv mest sannførandi liðini í Seriu 1 í ár, til dystin fús. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær kring vøllin og tað var ikki sørt, at dámurin av toppdysti var at hóma.

ÍF Føroyar lótu frá byrjan av ongan iva vera um, at teir vóru komnir til Dragør eftir øllum trimum stigunum. Fótfimu bóltsnillingarnir hjá ÌF Føroyum fingu beinanvegin fóta sær á váta vøllinum og eyðkendi spælistílurin við skjótum avleveringum og flytingum var eyðsýndur. Hóast greiðu leikligu yvirvágina, so spurdist tað ikki teir heilt stóru opnu málmøguleikarnir burturúr, men teir hálvu ið vóru, teir áttu ÌF Føroyar.

Tá ið fyrri hálvleikur var áleið hálvrunnin skuldi tó bragda hjá okkara monnum. Eins og við flestu álopunum hjá ÍF Føroyum, so bleiv bólturin spældur upp gjøgnum keturnar, ístaðin fyri at sparka langt. Jákup Olsen hevði bóltin afturi í miðverjuni og fann Rók av Fløtum Jespersen, ið honum líkt hevði funnið rúmið millum keturnar hjá Dragør. Eins og hevði hann eygu í nakkanum vendir Rókur  sær og avleverar í einum til Róa Jacobsen, ið trúðfastir hóttir bakrúmið hjá mótstøðuliðnum. Rói er eirindaleysur, tekur eina góða nerting og knallar bóltin í kassan. 0-1 til ÌF Føroyar og var tað fult í tráð við leikgongdina.

Restina av fyrra hálvleiki var myndin hin sama, fult føroyskt tamarhald á dystinum. Tó skal nevnast, at ein Dragør-leikari kom at standa púra leysur eftir eina hornasparksstøðu og stútaði dygst út við stólpan. Lukkutíð var Trygvi Askham sum ein køttur í málinum og ”pansarin” fekk justað bóltin framvið stólpanum. Bríkslað var til hálvleik og tað var einki ið bendi á, at annað enn trý føroysk stig vóru í væntu.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn bríkslaður í gongd, tá ið Dragør áleypari og Jákup Olsen brustu saman í nærdysti kring brotsteigarmarkið. Eingin ivi er um at Jákup Olsen feldi mótstøðumannin og dómarin gjørdi púra rætt at bríksla. Tá ið dómarin tó peikaði á brotssparksblettin kom øði í grindina. Leikarar og áskoðarar vóru allir á einum máli um, at brotsgerðin var framd langt uttanfyri brotsteigin og talan var tí um eitt stórt mistak av dómaranum. Brotssparkið bleiv trygt umsett til mál. Dómarin hevði havt fleiri, pent sagt, sera ivasamar avgerðir og var hetta líkasum dropin, ið fekk bikari at flóta yvir. ÍF Føroyar leikarirnir gjørdist ógvuliga heitir um høvdið og Dragør leikarirnir hava alt rós uppiborið, fyri fult út at gagnnýta manglandi fokusið hjá føroyingunum.

Næstu minuttirnar løgdu Dragør eitt stórt trýst á ÍF Føroyar verjuna við hópin av høgum sendingum inn í 16-meturin og føroyingarnir tóktist hava trupult við at hóra undan. Seinni hálvleikur var áleið sjey minuttir gamal, tá ið Dragør-trýstið gav úrslit og ein leysur bóltur bleiv knallaður í kassan. Dysturin var uppá 8 minuttir vendur fullstendiga á høvdið og Dragør høvdu eina 2-1 leiðslu.

Um menn høvdu havt hug at øsa seg um dómaran higartil, so var nógv meira í væntu restina av hálvleikinum. Hennara leiklutur skuldi gerast nógv størri. Gløggi lesarin hevur kanska bitið merki í, at dómarin verður umtalaður sum hon, og nei, tað er ikki ein stavivilla. Dómarin til hesa toppuppgerð í Seriu 1 var ein fitt ung genta, ið uttan iva ikki var til uppgávuna búgvin. Men meira um hetta seinni.

Júst sum skelkurin av at missa tryggu leiðsluna, og øðin inn á dómaran, hevði lagt seg, tá kom unga gentan við floytuni aftur í miðdepilin. Emil Nolsøe Leifsson dregur frameftir mitt á vøllinum og í tí hann hevur spælt bóltin frá sær fær hann eina harða eftirtakkling. Menn vóru ikki í iva um, at Dragør leikarin fór at fáa ostaflísuna, men lort heldur. Dómt verður fríspark til Dragør og Emil Nolsøe Leifsson verður útblakaður í tíggju minuttir, eins vanligt er tá ið gult kort verður givið. ”Det gider jeg ikke se på” vóru greiðu boðini til Emil (helst ikki fyrstufer hann hoyrir tað frá eini damu). Menn stóðu spyrjandi og hildu talan var um eina vánaliga joke, men nei, madamman meinti tað í ramasta álvara. Menn østu seg veruliga, men kláraðu tó at samla seg so mikið, at eingin brúkti seg til enn eitt gult kort. Dragør leikarar og áskoðarar høvdu bestan hug at flenna og stóðu spyrjandi, eins og føroyingarnir.

Menn stríddust mannliga við tíggju monnum. Men beint áðrenn, at útvísti maðurin kom inn aftur var aftur galið. Ein høgur bóltur verður sendur væl inn í brotsteigin og har er ein Dragør framherji hægstur og stútar bóltin hart í netið. 3-1 til Dragør og nú mátti veruliga berjast, um nakað stigið skuldi við heimaftur á Kløvermarkina.

Seinasta hálva tíman av seinna hálvleiki trýstu okkara hart fyri at koma inn aftur í dystin og tá ið slakir 20 minuttir restaðu í, tá bragdaði. Emil er fyrstur á einum leysum bólti stutt uttanfyri Dragør brotsteigin. Hann finnur Rók, ið dregur, hóttir og síðan smekkar til. 3-2 við 20 minuttum eftir og game on!

Tað ið restaði av dystinum skaptu okkara menn møguleikar nokk til at fáa eina stigið í skjáttuna, men neyðuga hepni og neyvleikin var ikki til staðar. Trupult var eisini at halda støðugt trýst á Dragør, tá ið dómarin fer eftir fer bríkslaði fyri líkt og ólíkt, og Dragør leikararnir skiftust um, at liggja við annaðhvørt krampa ella skaða.

Sum so mangan, tá ið alt verður lagt fyri at fáa útjavnandi málið, so er opið í hinum endanum. Í allar seinasta minutti sparkar ein Dragør verjuleikari burt og ein framherji gerst einsamallur við Trygva Askham í málinum. Hann nærkast Trygva og trekkjur so til høgru og Trygvi ger klárt straffi. Ivasamt var, um hann royndi at trekkja framvið Trygva ella um hann var ávegis oman til hornaflaggið at drýggja tíðina, nakað gott trekk var tað so ikki. Dómarin var eirindaleys og gav Trygva reyða kortið og fekk sostatt fullført alla rulluna við straffi, tveimum gulum kortum og einum reyðum korti, alt dømt móti ÍF Føroyum væl at merkja. Leggjast kann afturat, at hetta á ongan hátt var nakar óndur dystur og liðini bæði tóktust vilja spæla góðan fótbólt, men soleiðis skuldi ikki vera.

Hendan daman, ið varð blakað fyri leyvurnar, hevur uttan iva roynt at gera sítt besta, men hevur bara ikki verið til uppgávuna búgvin. Tað má sigast at vera fúlt sjálvmál av DBU ikki at seta ein royndan dómara til ein dyst, ið hevur so stóran týdning. Tað er beinleiðis respektleyst mótvegis feløgum, ið hava knoklað síðan August 2011 fyri at vinna sær uppflyting um bert fáar vikur.sbbhsfsdgsfdsgsddr givið.

Tað er sjálvandi ikki góður siður at skylda uppá dómaran eftir taptan dyst og takast má eisini í egnan barm. Møguleikar vóru fyri at fáa í minsta lagið eina stigið. Men menn vóru eftir dystin á einum málið um, at tílíka døming hevði eingin nakrantíð sæð. Nevnast kann, at á ÍF Føroyari liðnum í dag vóru menn ið hava havt heimavøll bæði í Sumba, í Klaksvík og á Toftum og HAR finnast heimadómarar, men tílíkan dómara høvdu teir so aldrin sæð. Um tað var grundað dømingina ella at hon hevði boppur at teir ikki høvdu sæð tílíkt fyrr, tað sigur søgan einki um

 

Mál og kort:

23 min. Rói Jacobsen 0-1

46 min. Dragør (br.) 1-1

53 min. Dragør 2-1

56 min. Gult kort, Emil Nolsøe Leifsson

62 min. Dragør 3-1

71 min. Rókur av Fløtum Jespersen 3-2

90+2 Gult kort, Jákup Olsen

90+3 Reytt kort, Trygvi Askham

90+3 Dragør (br.) 4-2

 

Við 5 dystum eftir liggur ÍF Føroyar á einum deildum fyrsta plássi saman við Dragør og næsti dystur er annan leygardag úti móti Firkanten.

Dagsins leikari gjørdist Bárður og honum í hølinum kom rókur og síðan Trygvi.

Liðið í dag: Trygvi Askham – Bárður Danielsen, Ovi Brim, Jákup Olsen, Johan Ellingsgaard – Páll Mohr Joensen, Emil Nolsøe Leifsson, Jóhan Viderø Gunnarsson, Rói Jacobsen – Hanus Eliasen, Rókur av Fløtum Jespersen. Eyka: Rasmus Nielsen, Rani Debes Christiansen, Jósup Henriksen.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution