Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Fótbóltur er nakað sum eitt hækkeløb

Firkanten - ÍF Føroyar:0-4(0-1)

1. Lið hjá ÍF Føroyum var á vitjan hjá Firkanten hettar vikuskiftið. Menn vóru sera vónsviknir eftir tapið í oddabrakinum seinasta leikumfar, og mungaðu tí øgiligt eftir at vaska tapið av sær aftur. Góðu boðini um at Dragør misti øll trý stigini fyrr í vikuni, høvdu tað við sær, at vit nú høvdu møguleikan at hála okkum trý stig fram um kappingarneytarnar, í jaktini eftir tí nógv eftirtraktaða fyrsta plássinum.

“Fótbóltur er nakað sum eitt hækkeløb”, var innleiðingin í motivationstaluni hjá venjaranum, Andrasi K. Thomassen, undan dagsins dysti. Tá tú spælir fótbólt eru eitt ótal av forðingum, bæði væntaðum og óvæntaðum. Teir 11 mótstøðumenninir, veðrið og vøllin kenna vit alt til. Afturat teimum meiri vanligu forðingunum, eru ein rúgva av faktorum, sum burtur úr ongum kunnu stinga seg upp og spæla eitt puss. Hesaferð var tað DSB og teirra seinkingar. Upphitingin til dystin bleiv kroyst niður í salar 10 minuttir og kundi tað verið nógv verri, um ikki ein ágrýtin indiskur krígsvetiran við bensini í blóðinum sat aftanfyri rættið í taxabilinum í bleiv hýrdur á Hovedbanagarðinum. Í fullkomnum Birgir Enghamar stíli plúmmaði hann seg ígjøgnum indre København og við nøkrum innarasíðu yvirhálingum og hondbremsusvingum fresaði hann úteftir Lyngbyvej, har kempast skuldi. Eina og aleina syrgdi hann fyri at troyggjur, shorts og sokkar vóru leveraðar áðrenn fyrsta brúksli ljóðaði. Stórt pondus til rokarin
við førarasetrið.

Vit løgdu okkum beinaveg á dystin og høvdu fult tamarhald á tí ið fyrigekk. Allir málmøguleikar ið komu, fullu til okkara, uttan ein. Heini stórbjargaði einum avrættara, og syrgdi harvið fyri at menn sluppu undan at renna í mótbrekku. Vit komu á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir gott uppspæl og skjótt síðuskifti far Rói krúllað eitt flatt vinstrabeinsinnlegg fyri føturnar á einum púra leysum Róki, ið skorar til 1-0. Hendan støðan helt sær til hálvleiks.
Seinni hálvleikur var annarleiðis at síggja til enn fyrri. Hettar tí at Firkanten nú hevði flutt alt liðið longur niðan á vøllin. Tað var guff fyri okkara skjótu umstilling og góða bóltflytarí. Vit skaptu eina ørgrynnu av málmøguleikum, og summir teirra vóru so stórir, at teir hava sæst heilt upp á mánan. Men tað gekk rúm tíð áðrenn vit heilt fingið lukkað dystin. Tað skuldi tó eydnast og mál nummar 2 kom eftir at Rókur sendi Páll avstað og ótarnaður frá miðjum vølli rann hann inn til málmannin og setti bóltin í netið. Nú gekk skjótt. 3-0 málið kom tá Páll hevði sent Rók avstað og eftir eina tunnel og tvær pirouettir setti hann bóltin flatt í netið. Jóhan V. Gunnarsson gjørdi seg eymerktan á miðjuni í dag, og var kosin dagsins maður eftir dystin. Men tað var klonin hjá honum, Ásbjørn V. Jøkladal, ið kom uppá máltalvuna við 4-0 málinum. Eftir eina sending frá Róki, spolaði hann omaneftir í høgru og smekkaði bóltin uppundir nettakið, aftanfyri málmannin.
Ein fult uppiborin sigur og sera vælnøgdir ÍFF menn kunnu nú gleðast um at vera 3 stig á odda aftur.

Liðið í dag:
Heini Kristiansen í málinum, Rani Debes Christiansen og Bárður Danielsen á hvør sínum bakki, meðan Ovi Brim og Jákup Olsen vóru miðverjar. Longur frammi vóru Páll Mohr Joensen og Rói Jacobsen ytst á miðjuni, meðan Emil Nolsøe Leifsson og Jóhan Viderø Gunnarsson stríddust í motorrúminum. Uppi á toppinum lógu Jósup Henriksen og Rókur av Fløtum Jespersen uppá lúr. Á beinkinum vóru Johan Ellingsgaard, Magni Høgnesen og Ásbjørn Viderø Jøkladal.
Andras K. Thomassen, venjari.
Trygvi Askham og Hanus Eliasen við mammu, áskoðarar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution