Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Rutinan og orkan vann!

Valby Bk. - ÍF Føroyar: 1-4 br.(1-1 eftir vanliga leiktíð)


Sólin skein oman og niðan á fjórða degi, tá ið 1. lið hjá ÍF Føroyum skuldi leika sín næsta steypadyst á árinum. Seinasti steypadysturin varð leiktur ímóti Sunred Beach, ið endaði 7-0 til ÍF Føroyar. Hesuferð var tað Valby BK, ið vanligt leikar í Seriu 2, ið stóð fyri skotum. Dysturin varð leiktur í Valby, og sjálvt um menn vórðu villeiddir á kós til skiftirúmið, so vóru allir menn til dystin fús, tá ið dómarin floytaði fyri fyrstu ferð.

Sjálvur dysturin var ikki ein av teimum bestu hjá ÍF Føroyum. Spæli hekk ikki saman og vit taptu nærum allar nærdystirnar í fyrra hálvleiki. Tað var eisini eitt vælleikandi Valby BK lið, ið legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir eitt áhaldandi trýst á ÍF Føroyar verjuna eydnaðist tað einum Valby-leikara at senda eitt bleytt innlegg úr høgrusíðu, sum høgi og sterki áleyparin hjá Valby setti krúllin á, og 1-0 til Valby. Málverjin hjá ÍF Føroyum hesuferð, Trygvi Askham, sá ikki alt ov gott út í hesari situationini. Hetta skuldi vísa seg, at verða tað seinasta vandamikla álopið hjá Valby BK. Eftir málið setti ÍF Føroyar seg fullkomiliga á dystin. Valby-leikararnir vildu kanska verða við, at teir vórðu troyttir ella løgdu seg aftur at verja, men veruleikin var tann, at menn nú tóku í egnan barm og bardust. Spæli hekk nógv betur saman eftir málið. Vælkendu 1-2 avleveringarnar á miðvøllinum riggaðu, nærdystirnir vórðu vunnir og vit komu eisini fram til fleiri málroyndir, ið burdu givið mál.

Seinni hálvleikur var eins og seinna hálva av fyrra hálvleiki. ÍF Føroyar sat á dystinum og stýrdi spælinum og komu eisini fram til fleiri málroyndir. Valby BK hevði ikki nógv at bjóða í seinna hálvleiki – heldur ikki tá ið ÍF Føroyar mátti leika við einum leikara færri, av tí at Bjarni Justinussen hevði fingið eitt gult kort fyri eitt “Professionelt fríspark”. Ein taktisk broyting frá Andrasi, og tað áhaldandi trysti á Valby BK-málið skuldi vísa seg at geva úrslit. í 80’instjúðunda minutti sendi Jóhan Gunnarson eitt horna innfyri úr høgru síðu, bólturin varð skallaður út aftur til Jóhan, ið ikki gjørdi mætari enn at smekka til frá horninum av sekstanmetrinum. Bólturin reyk inn í mannamúgvuna, ið var inni í feltinum, og rakti ein Valby-leikara í ryggin og bólturin lá í málinum, 1-1. ÍF Føroyar helt áfram at trýsta, men dysturin skuldi út í longda leiktíð, sjálvt um venjarin hjá Valby BK bað og bønaði um at sleppa beinleiðis til brotssparkskapping.

Í longdu leiktíðini var ikki nógv at skriva heim um. Bæði liðini høvdu sínar málroyndir, tó uttan at nakað av liðunum fekk umsett málroyndirnar til mál. Tí var farið víðari til brotssparkskapping. Rani, Páll, Rói, Bárður og Johannus søgdu seg vera menn fyri at taka brotsspørkini. Rani var fyrstur og sveik ikki álitið og smekkaði bóltin til sína vinstru síðu, 1-0. Valby BK átti næst, og her var Trygvi eftir bóltinum, sum ein annar Kári á Prestrøðni á sinni, og bøtti uppá misgerðina í fyrra hálvleiki. Páll var næstur og legði bóltin umvegis Valby-málverjanum í málið til 2-0. Valby brendi eisini tað næsta brotssparki, tá ið teir skutu á steingina. Triðji maðurin, ið skuldi royna seg fra 11-metra-plettinum var Rói. Hann sendi málverjan skeivan vegin og smekkaði bóltin trygt í netið til 3-0. Tí lá trýstið á tí triðja Valby-leikarinum. Hann megnaði ikki trýstið og sendi bóltin á tvørsteingina, og frøðið var á ÍF Føroyar-leikarunum.

Dagsins leikari gjørdist Trygvi og honum á bakið komu Páll og Rani.

Mál:

1-0  Valby Bk. 25 min.

1-1 Sjálvmál 80 min.

Brotsparkskapping:

1-2 Rani

Trygvi bjargar

1-3 Páll

Valby Bk. skjýtur á stongina

1-4 Rói

Valby Bk. skjýtur á yvirleggjaran.


ÍF Føroyar er tískil víðari í steypakappingini. Næsti steypadysturin verður ímóti FC Udfordringen, ið eisini leikar í Seriu 2.

Liðið í dag: Trygvi Askham - Ove Vitalis, Bárður Danielsen, Rani Debes Christiansen, Johannus Mikkelsen - Rói Jacobsen, Jóhan Viderø Gunnarsson, Ásbjørn Viderø Jøkladal, Jóhan Hendrik Ellefsen - Jósup Henriksen, Páll Mohr Joensen. Eyka: Jákup Sørensen og Bjarni Justinussen.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution