Uppflyting til Keypmannahavnseriuna veruleiki
Fyrstuferð síðani 2007 er flaggskip felagsins á manssíðuni aftur í Keypmannahavnar seriuni. Eftir sigur á HB í triðseinasta umfari, eru okkara menn átta stig frá 3. Plássi, og bert seks stig eru eftir at leika um.
Tað var toppuppgerð, tá okkara menn á fyrsta plássi, møttu Handelstandens Boldklub, á triðja plássi. Við einum sigri vóru okkara menn tryggjaðir uppflyting, og eingin ivi var um, at júst hetta var málið. Dysturin gekk javnt á, men okkara menn funnu frá byrjan av tey opini, ið vóru og álopsspælið fleyt sum hunangur. Tó var tað HB, ið sendi fyrsta pílin avstað, og var tað av sonnum eitt mál, ið kann kallast ein perla. Eftir horna endaði bólturin fyri føturnar á vinstrabakki hjá HB, sum lammensalvaði bóltin úr 30 metra fjarstøðu upp í samankomingina. Takk fyri kaffi! Hetta tók tó ikki mótið frá okkara monnum, og eitt korter seinni var aftur javnleikur. Emil sendi Páll avstað í høgru síðu, hann rak inn í brotsteigin, har hann fann Rók, ið hegnisliga útplaseraði málverjan við uttarsíðu. Hetta var hálvleiksstøðan og tað vóru reystir menn, ið fóru útaftur til seinna hálvleik eftir tveimum stigum afturat.
Seinni hálvleikur var líkur fyrra, og vóru tað aftur okkara menn, ið settu dagsskránna. Páll rakti stongina, John hevði ein góðan kjans, og sum heild vóru tað vit, ið stóðu fyri kjansunum. 20 minuttir fyri leiklok bleiv ein HB leikari rikin av vølli fyri sítt annað gula kort, og nú var lagamanni, tí HB kundi ikki brúka javnleik til buka fanan í reyvina við og 8 minuttir fyri leiklok, brast fyri nevið hjá okkum. Páll bleiv enn einaferð sendur at renna. 5 – 10 - 15 metrar fór hann skúmandi omaneftir í høgru síðu, við tveimum HB leikarum hølunum. Komin góðan málverjateig frá brotsteiginum valdi hann at prika bóltin til einasta mannin, ið kláraði at halda stand við reyða trumfinum. Fólkið hugsaði, at nú knallar Rókur bóltin í kassan, og konfettibumburnar kunnu hálast úr Fjeldrevinum, men sum bólturin ferðaðist úr høgru í vinstru gekk tað upp fyri fólkið at Pálls partner in crime, var ongin annar enn húsavíkingurin á liðnum. Kennarar vita, at verjuleikarans weapon of choice er skallin, og er tað fáur í dregur longri strá í luftini enn hann, men nú var annað lív. Fólkið helt ondini. Eyguni spílaðu seg út, onkur lovaði olmussu, og húsfrúgvin í Húsavík vendi sær í grøvini. Høvuðspersónurin sjálvur, gjørdi seg kláran; mátaði, setti stúttubeinið í svørin, trekti hamaran á skrá og gjørdi klárt at sveiggja. Nú skuldi røkka ella støkka; skuldi ÍF Føroyar, eftir 5 ár í útlegd aftur í Keypmannahavnseriuna?
Spurninginum skuldi Jákup Sørensen svara. Seinast hann fekk tílíkan kjans, fór hann í Ronaldinho mode, men lukkutíð valdi hann verdens bedste inderside mode hesuferð. Eirindaleysur sveiggaði hann hamaran, samstundis sum hann gav HB’arunum banahøggið, sang bólturin í netmeskunum, 2-1.
Nú byrjaðu okkara menn at blíva spentir, og tá sami Jákup varð rikin av vølli í 10 seinastu minuttirnar fyri annað gula korti, kom av álvara spenningur í aftur. Trygvi mátti diska upp við einari Lev Yashin bjarging fyri og aðrari eftir, mennirnir í verjuketuni stríddust sum úlvur á skóg, og høvdu úr at gera við høgu bóltarnar, ið vórðu oystir oman yvir teir. Hvussu var og ikki, so bríkslaði dómarin av, uttan at HB fekk gjørt mál og tískil var rómurin øðiligur, millum teir tríggjar áskoðarnar, Pætur á Borg, Jákup Olsen og Johan Ellingsgaard og tað sama á leikarum, venjara og allarmest á Dragør leikarunum, ið vóru komnir at heppa á okkara menn. Ja Fælledparkin kókaði, satt at siga.
Leikgongdin:
20 min: Gult kort, Jóhan Viderø Gunnarson
24 min: 1-0 HB
28 min: Gult kort, HB
38 min: 1-1 Rókur av Fløtum Jespersen
71 min: 2. gula kort/reytt kort, HB
82 min: 1-2 Jákup Sørensen
85 min: Gult kort, Jákup Sørensen
Bárður gjørdist dagsins leikari fyri fjórðu ferð í ár og honum á bakið komu Trygvi og Rókur.
Liðið: Trygvi Askham – Rani Debes Christiansen, Bárður Danielsen, Ovi Brim, Jóhan Viderø Gunnarson – Páll Mohr Joensen, Emil Nolsøe Leifsson(liðsk.), John Hansen, Rói Jacobsen – Rókur av Fløtum Jespersen, Jósup Henriksen. Eyka: Jákup Sørensen, Magni Høgnesen og Ásbjørn Viderø Jøkladal.






