Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Kvinnurnar vónbrotnar av vøllinum

Veðrið var av tí allar fagrasta mikukvøldið, tá kvinnurnar hjá ÍF Føroyum brustu saman við Hellas. Hellas lógu undan dystinum á øðrum plássi, so her stóð nógv uppá spæl.

 

Kvinnurnar spældu sín besta fyrra hálvleik alt kappingarárið henda dystin. Tá tad so er sagt, máttu tær kortini fara vónbrotnar av vøllinum.

 

Tad vóru okkara kvinnur, ið løgdu seg á odda í 18. minutti, tá Svava Vestergaard smekkaði bóltin í netið, aftaná eitt væleydnað fríspark frá Kristinu Simonsen.

Hinar javnaðu so í 31. minutti, men Jacoba Langgaard svaraði aftur og skoraði til 2-1 longu fýra minuttir seinni, tá hon driblaði framvið málverjanum, aftaná gott spæl. Kvinnurnar kempaðu óført hesa løtuna og 2-1 var eisini støðan í hálvleikinum. Við sindur meira hepni kundu tær ført við 2-3 málum.

 

Hellas javnaðu síðani til 2-2 í 49. minutti. Tá var tað líkasum tær, ið tóku yvir. Spælið bleiv meira og meira óskipað hjá føroysku kvinnunum í seinna hálvleiki, og tad útnyttaði Hellas. Tá umleið 25 minuttir vóru eftir av dystinum, skoraðu Hellas til 3-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

 

Ein meira skuffandi dystur hjá ÍF Føroyum, sum skuldi verið avgjørdur longu í fyrra hálvleiki. Tá tað kom til at skora uppá kjansirnir, vóru tað Hellas, ið høvdu tað avgerandi hepni.

 

Dagsins leikari gjørdist Bjørg Syderbø, við fimm stemmum, sum enn einaferd spældi ein kanón dyst.

 

Kvinnurnar, ÍF Føroyar – Hellas 2-3

Liðið: Frída Beder – Bjørg, Maria B, Gunvá, Bára B – Kristina, Jacoba, Monika, Unnur, Svava – Malan

Eykaleikarar: Annika, Barbara D, Marita G.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution