Tíðindasavn
Powered by mod LCA

Tað er munur á lorti og pannukøku.

ÍF Føroyar - BK Viktoria: 4-0(3-0)

John Hansen, 6. juni 2012, Kløvermarkin

Í forskotnari Rasmus Seebach tíð, ”kl. lidt i halv syv”, løgdu eldhugaðir, stríðsfýsnir og eftirhondini sigursvandir føroyingar leiðina mót Kløvermarkini til seinasta heimadystin hetta kappingarárið. Nógv umtalaði pápadagurin var vorðin tátíð, so alt fokus kundi nú aftur setast á fótbóltin. Hóast kalendarin vísti á juni mánaða, so bar veðrið ikki brá av, at talan var um hásummar. Tað var tó lýtt í veðrinum og hevði hug at sirma av og á. Perfekt fótbóltsveður vildi onkur vera við.
Uppflytingin til Københavnerseriuna var allareiða tryggjað leygardagin fyri og gleðisrómurin um tað bragd hevði valla lagt seg. Hýrurin var sum vera mann sera góður í umklæðingarrúminum undan dystinum, har prát um French Open, EM og próvtøkur átti sín heilt stóra leiklut. Tá menn høvdu latið seg í snotuliga ÍF Føroyar búnan við teimum heldur forvaskaðu hosunum vóru útisetarnir í Keypmannahavn sum hamskiftir. Álvarin byrjaði aftur at gera um seg, meðan skemt og gaman varð tveitt á hylluna fyri eina stund. Við sigri í dag vildi leiðslan oman til nr. 2 vera so mikið stór, at deildin varð vunnin, óansæð úrslitið í seinasta dystinum. Menn vóru á einamálið um, at sigur var krav. Altíð orðfimi venjari felagsins, Andras K. Thomassen, pumpaði mergjaði vísdómsorð inn í leikarnar, sum ein annar Winston Churchil. Kósin var sett og leikarirnir sótu til reiðar við slitsterku árárnar í eirindaleysa 11-mannafarinum.

Kl. 19.30, stundisliga, varð dysturin bríkslaður í gongd. Dagsins mótstøðulið, BK Viktoria, kom betur frá byrjan og royndi at skúmað eitt sindur ta fyrstu løtuna, tó uttan av álvara at vera vandamiklir. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, otaði okkara menn seg alsamt meira og meira inn í dystin, og sum fráleið sótu vit av álvara á dystinum. Ein hevði kensluna av, at tað nú bert var ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á málskjótingina. Sprintarin av Strondum við serkøna ”Bundesliga” hárinum, ið kundi fingið mætur menn sum eitt nú tennislegenduna Borris Becker og gamla bóltsnillingin Rudi Vøller at skifta frisør, Rói Jacobsen, hevði eina naska atsøgn at málinum, men málverjin vardi meistarliga fyri. Liðskiparin og dagsins maður, Kondi Emil, hevði eitt dundurskot at málinum, men tíanverri brast kanónkúlan á tvørleggjaran umvegis málverjan. Vit varðveittu trýstið og eftir góðar 25 min. bragdaði. Bundesliga Rói var staddur væl fyri í høgra borði frammaliga á mótstøðuhálvini. Við sera neyvari sending fann hann altíð vandamikla Rók aftarliga í brotsteiginum. Hegnisliga tók Rókur bóltin niður, eitt skjótt trekk inn í vøllin og langar síðani til. Sum stórsta sjálvfylgjan í nýggjari tíð sníkti bólturin sær millum beinini á einum mótstøðu leikara og smoygdi sær inn í málið dykst úti við eina uppstandaran, meðan málmaðurin stóð sum negldur í gólv. 1-0 til ÍF Føroyar og nú var einvegis ferðsla mót BK Viktoria málinum. Løtu seinni økti føroyingarnir um leiðsluna. Ein heldur long sending varð send frá verjuni niðan eftir vøllinum. Verjandi danin helt at støðan var av og hann lættliga kundi skerma bóltin út til málspark, men lítið visti hann. Sum ein annar svangur úlvur bardist føroyingur fyri føðina og úrslitið var, at úlvurin vann bóltin frá særda danska neyðardýrinum. Føroyingurin dregur so at málinum og leggur bóltin útfrá til framstormandi Bundesliga Róa. Rói smekkar til, men aftur var málverjin fyri. Retururin fellur síðani til Jóhan V. Gunnarsson, ið hevði leitað sær inn í teigin, og eyrindaleystur sum fá, smekkar hann bóltin í málið til 2-0. Skjótt gekk, og armarnir vóru ikki meir enn komnir niður aftur, áðrenn máltalvan vísti 3-0. BK Viktoria verða fangaðir í umstilling, og Rói, ið var sera eyðsyndur hendan dagin, verður sendur avstað í høgraborði. Tekur eina góða røring, áðrenn hann snotuliga leggur bóltin fyri føturnar á Kalda Páll, ið leggur bóltin deyðan og síðani buldrar kúluna í nettakið. Dysturin var nú í roynd og veru avgjørdir og sorgin og máttloysi í eygnabráðunum á mótstøðumonnunum var ikki til at fara skeivur av. Skamma stund eftir málið varð bríkslað til hálvleik. 45 sannførandi minnutir vóru farnir aftur um bak, og meðan leikarnir smílandi spákaðu sær at síðulinjuni, hoyrdist rungandi lógvabrestir frá vælmøttu føroysku fjøldini.

Stutt inn í seinna hálvleik var aftur mál. Málverjin hjá BK Viktoria sparkar eitt heldur vána útspark beint í krovið á Emil, ið finnur júst innskifta Berg Midjord. Uttan at sveitta, so spælir Bergur eina skjóta 1-2 kombinatión við Páll, og so kann Bergur ótarnaður seta fótin á. Bólturin rullar inn í óvarda BK Victoria málið og rómurin var ikki at taka feil av. Ársins comeback var veruleiki og summarferian hjá Bergi bjargað. Champagnu fótbólturin brúsaði av sonnum og Kløvermarkin var á gosi.
Eftir hetta hendi ikki tað heilt stóra í dystinum. Føroyingarnir høvdu bóltin og trýstu, meðan mótstøðuliðið bert royndi at verja 4-0 ósigurin, so hann ikki gjørdist enn størri. "Damage Control", vil tann orðkøni nevna hetta hugtak. Føroyingarnir høvdu nógvar atsøgnir á málið, men inn vildi bólturin ikki.

Niðurstøðan er tískil sera einføld. Ein vælsmurd føroysk maskina var bøðilin, meðan offrið var eitt tamt danskt heimalamb. Ja, tað er munur á lorti og pannukøku, og við eitt sindur meira neyvleika í avgerandi støðum kundi sigurin lættliga verið enn størri. Um so var ella ikki, so endaði dysturin 4-0 til føroysku stríðsmenninir, og lýsir hetta úrslitið sera væl munin á nr. 1 og nr. sjok.

Dagsins leikari varð enn eina ferð Emil "Kondi" Leifsson við 5 atkvøðum. Honum á baki kom John "Rambo" Hansen við 4 atkvøðum. Rói "Bundesliga" Jacobsen og Rókur "Guti" Jespersen við 2 atkvøðum hvør, meðan Bárður "Tøfting" Danielsen fekk 1 atkvøðu.

Leikgongdin:

1-0, 25 min. Rókur av Fløtum Jespersen

2-0, 34 min. Jóhan Viderø Gunnarson

3-0, 37 min. Páll Mohr Joensen

4-0, 49 min. Bergur Midjord


Liðið: 4-4-2
Heini Kristiansen - Jóhan Hendrik Ellefsen, Ovi Brim, Bárður Danielsen, Ásbjørn V. Jøkladal - Jóhan V. Gunnarsson, Emil N. Leifsson, John Hansen, Páll M. Joensen - Rói Jacobsen, Rókur av Fløtum Jespersen. Eyka: Jákup Sørensen, Hanus Eliasen og Bergur Midjord.

Stuðlar
Elektron Bank Nordik Smyril Line Atlantic Petroleum Amarsport Keel Solution